
Í morgin skulu KÍ og B36 spæla í 1. umfari í UEFA Europa League. KÍ kom víðari við samanløgdum 9-1 sigri á Tre Fiori úr San Marino í undanumfarinum - tí størsta hjá einum føroyskum felagi í Evropa nakrantíð. NSÍ hevði møguleikarnir ímóti norðurírska Ballymena, men tapti samanlagt 2-0. B36 kemur inn í 1. umfar sum steypavinnari.
Í fjør var B36 í undanumfarinum og spældi seg víðari eftir brotssparkskapping ímóti St' Josephs á Gibraltar. Í 2. umfari megnaði liðið hjá Jákup á Borg eisini at koma víðari; hesaferð eftir 2-1 sigur í Montenegro. Hetta var søga hjá felagnum, og bert aðru ferð at eitt føroyskt lið spældi seg víðari tvær ferðir og harvið spældi seks evropeiskar dystir sama summar - fyrru ferð var tað Vìkingur, sum í Europa League í 2014 basti bæði Daugava úr Lettlandi og síðani Tromsø.
(B36-hópurin fegnast eftir sigurin í Podgorcia í fjør - Mynd: b36.fo)
B36 hevur tvær ferðir áður spælt ímóti norðurírskum liðið. Talan er í báðum førum um uppgerð ímóti Linfield. Tann fyrra var í 2012, tá B36 sum føroyameistari luttók í Champions League. Báðir dystirnir endaðu 0-0, og í brotssparkskappingini í Gundadali vann Linfield. Komandi trý árini var Linfield hvørt summar í Føroyum í Europa League-ørindum, og í uppgerðunum ímóti ÍF, B36 og NSÍ var klárt mest vinnandi liðið í Norður Írlandi omaná - í 2014 vann Linfield samanlagt 3-2 á B36.
(Í 2. umfari var Besiktas, við m.a. Ryan Babel á liðnum, alt ov sterkt til B36 - Mynd: Sverri Egholm)
Ballymena, ið vann á NSÍ, endaði á 2. plássi, sjey stig aftanfyri Linfield, farna kappingarár. Tað er tó Crusaders, ið seinastu árini av álvara hevur kappast við Linfield í norðurírsku deildini. Mótstøðuliðið hjá B36 hevur seinastu fimm árini vunnið trý meistaraheiti í Norður Írlandi, seinast í 2018. Í fjør endaði liðið tó á 4. plássi, men kom, eins og B36, beinleiðis víðari til 1. umfar, tí liðið gjørdist steypavinnari. Úrslitini í Evropa hava ikki verið frálík, men hóast hetta er Crusaders favorittur í dystinum í morgin.
Eins og B36, so hevur KÍ avgjørt ein realistiskan møguleika í uppgerðini í hesum umfarinum. Í fjør spældi liðið hjá Mikkjal Thomassen seg eisini víðari úr undanumfarinum - har var tað tó væl meira tepurt enn í ár, tá KÍ samanlagt vann 3-2 á Birkirkara av Malta. Í 1. umfari tapti KÍ tó 3-2 fyri Zalgiris Vilnius. Litavar vóru betri yvir tveir dystir, men munurin var ikki stórur.
(Í fjør vórðu Páll Klettskarð og hinir KÍ' arnir ov stuttir ímóti Zalgiris - í morgin spælir KÍ aftur á tjóðarleikvøllinum í Litava í Europa League - Mynd: Sverri Egholm)
Í ár hevur KÍ aftur litavisiska mótstøðu. Talan er um Riterai, sum í fjør endaði á 3. plássi í Litava. Liðið er bert 14-ára gamal og skifti fyrr í ár heimstað til høvuðsstaðin Vilnius. Riterai spælir sínar heimadystir á LFF Stadium, ið er tjóðarleikvøllur, og har spældi KÍ 1-1 javnleik ímóti Zalgiris fyri næstan júst einum ári síðani. Á hesum leikvøllinum spældu júst Zalgiris og Riterai landskappingardyst leygarkvøldið. Zalgiris var omaná og vann 2-1, og tað tykist sum, at mótsstøðuliðið hjá KÍ í fjør er eitt vet sterkari enn tað, ið stendur fyri framman í morgin.
Riterai er eitt nýtt navn, ið kom saman við flytingini. Framanundan bar liðið navnið FK Trakai eftir býnum, har heimstaðurin var. Í 2015 vann Trakai 7-1 samanlagt í sínari fyrstu roynd í evropeiskum fótbólti. Tá var mótsstøðuliðið HB. Síðani hevur liðið luttikið í Europa League á hvørjum ári, og úrslitini hava generelt verið góð - m.a vóru skotskt og svensk lið bast á veg til 3. umfar í 2017. Venjarin hjá Riterai er ikki heilt ókendur her um leiðir: Síðani desember hevur Auri Skarbalius staðið á odda fyri liðnum. Hann er fyrrverandi bakkur og venjari hjá Brøndby og nýtti 21 ár av sínum fótbóltslívi í Danmark.
Europa League 1. umfar, fyrru dystirnir
(17.30): FK Riterai - KÍ
(18.00): Crusaders FC - B36
*(Tíðirnar eru føroyskar)
Vit dagføra frá dystunum í morgin á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald