Fyrrverandi forsetin í amerikanska fimleikasambandinum, Steve Penny, er handtikin í samband við málið, har fyrrverandi læknin hjá sambandinum, Larry Nassar, varð dømdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri fimleikarar.
Steve Penny er handtikin fyri at hava manipulera við prógvum í málinum, og kann nú verða dømdur upp til 10 ára fongsulsrevsing og fáa bót á upp til 10.000 dollarar, skrivar CNN.
Penny verður ákærdur fyri at hava givið boð um at flyta skjøl burtur frá Kaolyi Ranch í Walker County, Texas, har fleiri av fremstu fimleikarunum í landinum vandu, og har Larry Nassar eisini arbeiddi.
Prógvini vórðu flutt til høvuðskontórið hjá amerikanska fimleikasambandinum í Indianapolis, Indiana. Síðani eru skjølini horvin.
Larry Nassar varð í juni dømdur millum 40 og 175 ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnur og gentur, meðan hann gjørdi læknakanningar av fimleikarunum.
(Larry Nassar - Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald