Jacques Rogge, fyrrverandi forseti fyri Altjóða Olympisku Nevndina (IOC), er deyður, 79 ára gamal. Tað boðar IOC frá á sínari heimasíðu.
Jacques Rogge var IOC-forseti í árunum 2001 til 2013, og hareftir varð hann útnevndur til heiðursforseta.
Hann var útbúgvin ortopedskurðlækni við sergrein innan ítróttaskaðar. Eisini var hann ein sera dugnaligur ítróttamaður.
Jacques Rogge var belgiskur rugbymeistari og umboðaði belgiska landsliðið. Eisini gjørdist hann fleiri ferðir belgiskur meistari og heimsmeistari í sigling, og sigldi hann fyri land sítt í OL í 1968, 1972, og 1976.
Thomas Bach, núverandi IOC-forseti, sigur m.a. soleiðis um Rogge:
– Fyrst og fremst fara vit at minnast hann sum ein persón, sum elskaði ítrótt og elskaði at vera saman við ítróttafólkunum, og hann smittaði øll, hann kendi við sínum eldhuga.
Hann gjørdi nógv sum forseti og hjálpti við at endurskapa og nútímansgera IOC, og eisini gjørdi hann nógv fyri ungdómsítróttin, leggur Bach afturat.
Jarðarferðin hjá Rogge verður eitt privat minningarhald fyri familjuna, og seinni í ár verður skipað fyri almennum minningarhaldi, upplýsir IOC sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald