2024-02-14 12:18
- Tað styttist til kappingarbyrjan, og hópurin fyri kappingarárið 2024 er við at taka endaligt skap. Í morgun kann AB kunngera ein nýggjan vongleikara. Nýggi, álopssinnaði leikarin er 24 ára gamli bretin, Marley Blair, ið hevur skrivað sáttmála við AB, sum er galdandi hetta kappingarárið.
Soleiðis skrivar AB á heimasíðu sínari. Nýggjasti spælarin hevur millum annað verið í Premier League-feløgunum og millum annað einum heilt stórum
- Tað er ein maður, sum hevur húsast á fínum adressum, ið nú verður at síggja inni í Vika. Hann er føddur í Huddersfield, men flutti á ungum árum til Liverpool, har hann í fimm ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum. Marley spældi á U18-liðnum hjá felagnum og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár.
Yngri beiggi Marley, Harvey Blair, spældir framvegis við Liverpool FC og er skrásettur fyri ein steypadyst við besta liðnum.
Síðani tíðina á Merseyside hevur Marley Blair umboðað nøkur feløg í lægru deildunum í Onglandi - seinast Farsley Celtic í National League North. Vongurin, ið hevur røtur úr Jamaica, hevur eisini spælt í tvey ár við Keflavík og hevur harvið royndir úr bestu íslendsku deildini.
Argja Bóltfelag lýsir sín nýggja spælara sum ein fong:
- Marley er ein skjótur og kvikur vongur við góðum bóltførleika, ið vit meta at vera ein sannan fong fyri okkara 1. deildarlið, ið hevur sum mál at flyta beint uppaftur í Betrideildina í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald