Annað

Fyrsta FM í rørslumegi byrjar í dag

Tilsamans 11 íðkarar hava meldað til kappingina – 7 menn og 4 kvinnur. Kappast verður um at gerast fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi hjá kvinnum og monnum.

(Mynd: fss.fo)

(Mynd: fss.fo)

2026-10-02 12:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag og í morgin, 2. og 3. oktober, verður á fyrsta sinni skipað fyri Føroyameistarakapping í rørslumegi.

Tilsamans 11 íðkarar hava meldað til kappingina – 7 menn og 4 kvinnur. Kappast verður um at gerast fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi hjá kvinnum og monnum.

Kappingin byrjar í kvøld kl. 18:30 í Gula skúla, gamla Argja skúla. Fyrsta venjingin fer fram í svimjihøllini, har svimjiførleikarnir hjá íðkarunum verða royndir saman við úthaldninum.

Í morgin, leygardagin, heldur kappingin fram. Kl. 10:00 verður onnur venjingin á Tórsbreyt, har ein stutt og skjót venjing er á skránni.

Frá kl. 12:00 heldur kappingin fram í Tvørmegi, har fýra ymiskar venjingar skulu avgreiðast. Kappingin verður væntandi liðug áleið kl. 17:00, tá fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi verða funnir.

Venjingarnar til kappingina síggjast á myndini.

Tað er ókeypis at hyggja til kappingina.

Føroya Styrkisamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder