Fótbóltur

Fyrsta málið hjá Jónasi í føroyskum vaksnamannafótbólti

Jónas Þór Næs skoraði eina ferð í Íslandi fyri átta árum síðani, men 2-0 málið hjá høgra bakkinum fyri B36 í dag var serligt.

Jónas sló til fyri B36 í fyrra hálvleiki (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Jónas sló til fyri B36 í fyrra hálvleiki (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-05-26 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið ein av teimum mest støðugu leikarunum í byrjunaruppstillingini  á landsliðnum seinastu senastu mongu árini. 32-ára gamli bakkurin hevur leikt 57 A-landsdystir fyri Føroyar, og tá hann ikki hevur spælt í Íslandi, hevur Jónas Þór Næs oftast spælt bakkur fyri B36. Hann hevur m.a. eisini umboðað EB/Streym í 2014.

Í 2011 skoraði Jónas í bestu íslendsku deildini einaferð, men hann er mest kendur fyri sínar verjukendu dygdir og harða arbeiði, og áðrenn dystin í dag móti AB hevði bakkurin ongantíð skoraði fyri føroyskt felag í vaksnamannafótbólti eftir 126 dystir. í øllum kappingum. Men eftir eitt korter í dag sendi Árni Frderiksberg bóltin væl innfyri, og har kastaði Jónas seg fram og stútaði bóltin væl í málið móti eitt av sínum gomlu feløgunum. Hetta varð stórliga fagnað av viðleikarunum og áskoðarunum í B36-skýlinum.

Jónas og B36 eru á odda 2-0 í steðginum. Til ber at fylgja við gongdini í hesum og hinum báðum dystunum á forsíðu okkara.

(Keldur: Faroe Soccer og Transfermarkt)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder