Fótbóltur

Fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið verður mikudagin

Nú eru klokkutíðirnar til teir átta dystirnir mikudagin settar. Klassikarin millum KÍ og HB verður bríkslaður í gongd klokkan 19.00.

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

(Savnsmynd: Bjarni Enghamar)

2020-07-06 14:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Mikudagin verða teir átta dystirnir í fyrsta umfarið í kappingini um løgmanssteypið leiktir. Fyrsti dysturin byrjar klokkan 15.30, tá TB tekur ímóti ÍF í Trongisvági.

Klokkan 17.00 byrjar dysturin millum 07 Vestur og FC Suðuroy. Klokkan 19.00 verða fimm dystir bríkslaðir í gongd. Ein av teimum er heilt stóri dysturin fyrsta umfar, ið verður í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti HB.

Seinasti dysturin byrjar klokkan 19.15 á Sandi, har B71 tekur ímóti B36.

Løgmanssteypið 1. umfar:

Klokkan 15.30

TB – ÍF

Klokkan 17.00

07 Vestur – FC Suðuroy

Klokkan 19.00

EB/Streymur – NSÍ
KÍ – HB
Skála – FC Hoyvík
B68 – Víkingur
AB – Undrið

Klokkan 19.15

B71 – B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder