Fótbóltur

Fyrsta uppgávan er Wales á heimavølli

Føroyar spæla tríggar dystir í 2019, har tann seinasti er á heimavølli móti Noregi.

Bólkarnir til EM-undankappingina 
(Mynd: FSF)

Bólkarnir til EM-undankappingina (Mynd: FSF)

2019-02-21 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir middag var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar seinni í ár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk C saman við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi.

Les meira: 
Føroyar í bolki saman við Noregi

FSF skrivar, at aftaná lutakastið bleiv leikskráin fyri komandi kapping løgd. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir í ár, har tveir eru á heimavølli og ein á útivølli. Hinar fimm dystirnar verða leiktir í komandi ári. 

Fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum í ár verða 7. og 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Litava. Tað er John Petersen, ið stendur á odda fyri føroyska liðnum.

Leikskráin fyri EM undankappingina:


30. august 2019

Føroyar – Wales


3. september 2019

Hvítarussland – Føroyar


8. oktober 2019

Føroyar – Noreg

 

10. apríl 2020

Wales – Føroyar

 

5. juni 2020

Noreg – Føroyar

 

9. juni 2020

Norðurírland – Føroyar

 

18. september 2020

Føroyar – Norðurírland

 

22. september

Føroyar - Hvítarussland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder