Hondbóltur

Fyrsta upplivingin við Tjarnir var ein kenslulig russjibreyt

Frá at hava leiðslu á fleiri mál og tamarhald á til at skinkla og síðani til at fegnast um týðandi og harðvunnið stig. Føroysku spælararnir og stóra fjøldin endaði við at fegnast, tí nú er man eitt fet nærri EM-endaspælinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-12 23:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru blandaðar kenslur hjá spælarunum og teimum flestu við Tjarnir stutt eftir seinasta bríksl. Føroyskur hondbóltur hevur aftur víst, hvat man kann við at fáa stig móti einari av ovaru tjóðunum seinastu árini - í einari nýggjari, flottari og fullsettari høll. Fjøldin og liðið svaraðu aftur, tá niðurlendingar høvdu fingið yvirtakið í seinna helmingini av 2. hálvleiki.

Í fyrra hálvleiki vóru okkara omaná. Man gagnnýtti, at Niðurlond spældu uttan sínar størstu profilar, ið hava so nógv at siga fyri álopsspælið. Tað var ógvuliga flott til tíðir hjá Føroyum, og bert fimm skot vórðu brend allan fyrra hálvleik. Eftir flott mál hjá Teis og Eliasi í seinastu sekundunum fyri steðgin, fór tað á +4  Eini tvey mistøk færri í álopinum, og eini tvey brotskøst færri til teir appelsinlittu (marginaldømingar), so var munurin fimm mál ella beint yvir tað.

So sterkt var føroyska avrikið, men eins og móti Ukraina í november fall tað nakað. Ov nógv kom at liggja á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, og útyvir 7 móti 6 við hansara avgerðum komu Føroyar ikki við nógvum nýggjum móti einari meira ágangandi mótstøðuverju. Óli Mittún var flúgvandi og stýrdi tingunum eina løtu fyri steðgin, men í løtum í 2. hálvleiki sæst, at hann er 19-ára gamal og ikki hevur spælt á hægri stigi enn Svøríki enn. Tá so ógvuliga tryggi Hákun West av Teigum brendi eitt skot, onkur bóltur ikki varð loftaður, og Elias fekk eina býtta útvísing, so byrjaði tað at síggja meira dapurt út.

Sí eisini: Elias føroyskur toppskjútti og dagsins spælari

Verjan, við Pæturi Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen mitt fyri, og nøkrum bjargingum frá Paula Jacobsen tíðliga hevði annars tálma í 1. hálvleiki. Nakað inn í 2. hálvleik vóru tað næstan bara opin skot eftir opin skot hjá liðnum, sum skorar nakað yvir 30 mál í miðal. Sjálvt uttan Steins og Smits fingu Føroyar ikki steðgað álopsmaksinuni; ikki fyrr enn móti endanum tá áskoðararnir eisini hjálptu nógv til við buh-rópum og øðrum.

Fyrsta stóra landsliðsklimaksið við Tjarnir kom á 59.58 , tá Leivur Mortensen úr rættiliga spískum var púra tryggur. Eina stigið merkir, at Føroyar eru í væl betri støðu í bólkinum nú enn áður. 

Sí eisini: Video: Hetta er nógv instinkt - sum ein sigur

Nógv er eftir at læra hjá unga liðnum. Í dag sluppu Bjarni í Selvindi, Sasha Lacok og serliga Ísak Vedelsbøl veruliga at royna seg og samanlagt nógvar góðar atgerðir vóru harfrá. Næsta stigið er at spæla samansett góðar dystir móti sterkum londum, har man hevur yvirvágina - næsta uppgáva er í Almere í Niðurlondum móti sama liðið sunnudagin seinnapartin.

Fleiri myndir niðanfyri. Nógv meira tilfar frá kvøldinum við Tjarnir sæst á Portalinum og roysni.fo

Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
Mikudagin 12. mars, Við Tjarnir
Føroyar - Niðurlond 32-32 (18-14)

Støðan eftir trý umfør: 
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Ukraina 2 stig *
4. Kosovo 1 stig *

* Ein dyst færri
Tvey lið koma beinleiðs víðari eftir seks umfør. Fýra teir bestu trý'ararnir koma eisini.

Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 7 mál
Óli Mittún 5 mál
Teis Horn Rasmussen 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Allan Norðberg 2 mál 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder