Hondbóltur

Javnleikur – eitt týdningarmikið stig

Spennandi dystur, men enn einaferð mistu føroyingar sína tryggu hálvleiksleiðslu, men tað endaði 32-32.

Allan Norðberg røkti uppgávuna sum høgri bakkur í kvøld (Mynd: Sverri Midjord)

Allan Norðberg røkti uppgávuna sum høgri bakkur í kvøld (Mynd: Sverri Midjord)

2025-03-12 21:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Helst eru tað fleiri føroyskir hondbóltsfjepparar, sum eru vónsviknir í kvøld. Eftir ein rímiliga góðan fyrra hálvleik, so misti føroyska liðið leiðsluna í øðrum hálvleiki.

Men hóast Niðurlond ikki høvdu tríggjar av sínum bestu leikarum við, so vístu teir seg at vera eins drúgvir, sum óttast var fyri frammanundan. Við góðum taktikki frá fyrrverandi svenska stórspælaranum, Staffan Olsson, eydnaðist tað gestunum at støðga føroyska álopinum og finna vegin í føroyska málið í hinum endanum.

Ikki fyrr enn tá umleið 12 minuttir vóru eftir, komu niðurlendingar framum fyri fyrstu ferð síðan støðuna 0-1.

Ein yvirgang vóru Niðurlond framman fyri við tveimum. Men tíbetur eydnaðist tað føroyska liðnum at javna í seinasta sekundi. Tað var vinstri vongur, sum var ísakaldur og skoraði.

Tað var sum um, at føroyski bonkurin ikki fann lykilin móti niðurlendsku verjuni í øðrum hálvleiki. Og spakuliga vunnu niðurlendingar føroysku fýra máls leiðsluna innaftur fyri eisini at leggja seg framum

Í øðrum hálvleiki vóru tað einmansavrik frá serliga Eliasi E. á Skipagøtu og Óla Mittún – sum vanligt – ið hildu okkum í dystinum og loksins tryggjaðu okkum annað stigið.

Og hetta stigið kann í síðsta enda vísa seg at gerast týdningarmikið, tá EM-undankappingin skal gerast upp. Tí fýra teir bestu trýararnir sleppa við til EM, og stigið vit fingu í kvøld kann vísa seg at gerast tað, sum kann tryggja okkum víðari luttøku.

Sí samrøðurnar:

Leivur: - Hatta er nógv instinkt

Pauli: - Man var heilt uppi á flog eina løtu

Bredsdorff: - Eitt risa fet - næsta sum ein sigur 

Ísak: - Tað var heldur trupult at sovna í nátt


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder