Lars Olsen hevur júst sett navn á teir 20, ið hann og Jóannes Jakobsen hava úttikið til fyrstu uppgávurnar í EM-undankappingini.
Landsliðsvenjarin byrjaði við at siga, at hann var væl nøgdur við lutakastið, sum var í desember. Hann nevndi Norra og Svøríki sum spennandi uppgávur fyri Føroyar, og lið sum passa væl til Føroyar. Lars Olsen helt, at talan var um eina fína byrjan á pappírinum, og heldur at tað passar væl at spæla heimadystirnir mitt á árinum.
Viðvíkjandi hópinum gjøgnumgekk Lars nøvnini og støðuna hjá teimum. Landsliðsvenjarin staðfesti, at talan er um ein sterkan hóp, og at hann gleddi seg nógv til komandi uppgávurnar.
Hópurin
Málverjar: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen
Verjuleikarar: Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen, Magnus Egilsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad,
Miðvallarar: Heini Vatnsdal, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar
Áleyparar: Jóan Símun Edmundsson, Jákup Thomsen, Klæmint Andrasson Olsen
Føroyar spæla leygarkvøldið 23. mars á Ta Qali leikvøllinum Malta og tríggjar dagar seinni, týsdagin 26. mars, í Cluj í Rumenia.
Fótbóltur
Fyrsti hópurin til EM-undankappingina úttikin
20 mans skulu við til Rumenia og Malta. Karstin Hansen er nýggja navnið í hópinum.
Lars Olsen kunngjørdi í morgun hópin (Mynd: Sverri Egholm)
2019-03-11 10:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald