Hondbóltur

Fyrsti kappingardystur nakrantíð móti Turkalandi

Tað var í juli 1991, at turkar vitjaðu í Gundadali við Sepp Piontek sum venjari. Todi Jónsson spældi tá sín fyrsta landsdyst og skoraði í 1-1 javnleikinum. Í kvøld er fyrsti dystur hjá Føroyum í Nations League 2022 á skránni - fyrsta bríksl í Istanbul verður klokkan 19.45.

Sølvi Vatnhamar var fimm-ára gamal, seinast manslandsliðini hjá Føroyum og Turkalandi spældi. Nú er leirvíkingurin til reiðar til enn eitt tak við føroyska landsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sølvi Vatnhamar var fimm-ára gamal, seinast manslandsliðini hjá Føroyum og Turkalandi spældi. Nú er leirvíkingurin til reiðar til enn eitt tak við føroyska landsliðnum (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2022-06-04 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga langt síðani, at turkar - ella persónar úr Osmanska Ríkinum, ið hevði høvuðssæti í tí, sum nú er Istanbul - á fyrsta sinni vitjaðu í Føroyum. Tað var ikki talan um vinarligar vitjanir; søgur eru millum annað um "turkaránið í Hvalba" í 1629 - ógvusliga álopið har áleið 500 sjórænarar av álvara gjørdu um seg; seks fólk vórðu dripin og umleið 30 fólk vórðu rænd, umframt djór og nógvur útbúnaður.

Til ber at hoyra sending um hetta á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya

Í fótbóltshøpi eru londini bara brostin saman einaferð, tá talan er um A-landslið hjá minnum. Tað var mitt í juli 1991, tá Sepp Piontek var venjari hjá Turkalandi. Turkiska landsliðið var ikki komin á sama støði, sum tá tað var á toppinum í 2000'unum (ein HM-hálvfinala og ein EM-hálvfinalu), men tað var kortini óvæntað, tá 19-ára gamli debutanturin úr Klaksvík, Todi Jónsson, eftir fimm minuttir í seinna hálvleiki fór til stroks og legði Føroyar á odda. Útiliðið javnaði í 78. minutti, men talan var um gott úrslit í einari góða tíð fyri føroyska landsliðið.

Til ber at síggja mál og hæddarpunkt á Youtube-rásini hjá Farerets
Dómaraseðilin frá dystinum, ið 5.500 áskoðarar vóru til til, sæst á Faroesoccer

Í kvøld byrjar eitt nýtt slag av tíðarbili - triðja undankappingin við Håkani Ericson og hansara toymi. Í Nations League í 2020 vunnu Føroyar sín bólk og spældu seg harvið frá Deild D - tí niðastu - upp í Deild C. Tí verða avbjóðingarnar meira spennand hesuferð í hesi lutfalsliga nýggju kapping.

Tann fyrsta er tann á pappírinum tann størsta: Á útivølli móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Turkaland er flutt eina deild niður í Nations League, í mun til fyri tveimum árum síðani, men hevur leikarar úr flestu av fremstu deildunum í Evropa í hópinum.  

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Turkaland nummar 43 - Føroyar eru nummar 124. Turkaland er á pappírinum stórfavorittur undan dystinum á Fatih Terim leikvøllinum í Başakşehir-økinum í Istanbul, ið verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 í kvøld. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn; til ber at fylgja støðuni á forsíðu okkara.

Sí eisini: Myndir: Niðurteljingin er byrjað í Turkalandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder