Tað er ein stór avbjóðing, ið bíðar føroyska landsliðnum leygarkvøldið, tá Turkaland tekur ímóti á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul. Talan er um fyrsta dyst í UEFA Nations League 2022/2023 kappingini.
Hini bæði londini í bólkinum eru Luksemborg og Litava. Týsdagin 7. juni spæla Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli, og leygardagin 11. juni koma litavar á vitjan.
Føroyar og Turkaland hava einaferð áður dystast í A-landsliðshøpi hjá monnum. Tað var tann 16. juli í 1991 á Ovara vølli í Gundadali í Havn. Eftir málleysan fyrra hálvleik, legði Todi Jónsson Føroyar á odda stutt eftir steðgin. Úrslitið gjørdist tó javnleikur 1-1.
Tað er heitt í Turkalandi í hesum døgum. Hitalagið liggur um eini 25-30 stig um dagin, og eini 20-25 um kvøldið. Men føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og allir mans í hópinum eru væl fyri.
Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Turkaland nummar 43, meðan Føroyar eru nummar 124. Dysturin leygarkvøldið byrjar klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum.
(Myndirnar tók Hans Erik Danielsen / FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald