
5. umfar í Betrideildini er av. KÍ vann 2-0 á Víkingi í gjár, og hinir fýra dystinir vórðu spældir í dag.
5. umfar í Betrideildini
Í dag, sunnudagin 13. apríl 2024
TB - NSÍ 1-5 (0-3)
Meira um dystin sæst her
EB/Streymur - B68 1-0 (1-0)
Meira um dystin her
07 Vestur - FC Suðuroy 1-2 (1-1)
Meira um dystin her
HB - B36 (1-1)
Meira um dystin her
Betrideildini, 5. umfar
Leygardagin 12.04
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
28' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 1-0
82' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-0
Støðan í Betrideildini
1. NSÍ 15 stig
2. KÍ 15 stig
3. HB 12 stig
4. B36 9 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. B68 3 stig
8. TB 2 stig
9. Víkingur 2 stig
10. 07 Vestur 1 stig
NSÍ vann sum væntað greitt við Stóra, har tað mest óvæntaða var, at toppskjúttin í Betrideildini, Klæmint Olsen, ikki skoraði.
FC Suðuroy vann á TB í 4. umfari, og nú er talan um sigursrøð. Áleyparin Eliasu Aminu Champang avgjørdi í 84. minutt í Sørvági, tá heimaliðið var í undirtali. 07 Vestur hevur enn ongan dyst vunnið, og var hetta ein strika í rokningi hjá 07.
B68 fekk eisini reytt kort - tvey í tali eins og við Løkin í 3. umfari. Jóhan Josephsen og Magnus Holm Jacobsen fingu reytt kort, eftir at fyrrverandi B68'arin, Boubacar Dabo hevði skorað fyri EB/Streym. Tað endaði 1-0 á Eiði.
Fótbóltslagið er heilt gott í sunnara enda av Gundadali, nú B36 fyri fyrstu ferð í seks ár og seks dagar basti grannunum. B36 var á odda tríggjar ferðir; málið til 3-2 skoraði liðformaðurin Hannes Agnarsson í 89. minutti. HB hevur harvið tapt móti KÍ og B36 hesa vikuna og hevur ikki longur fult stigatal.
6. umfar verður skírisdag, 17. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald