
Fyrsti dysturin í 5. umfari í Betrideildini varð spældur í Klaksvík í kvøld.
Føroyameistararnir úr Víkingi vitjaðu. Teir slóu NSÍ úr steypakappingini mánadagin, men eru framvegis ikki komnir í gongd í Betrideildini. Úrtøkan er tvey stig fyri fimm umfør, og hetta var fjórði landskappingardystur á rað, at Víkingur ikki skoraði. Liðið úr Eysturkommunu er undir niðurflytingarstrikuni.
KÍ heldur hinvegin á at skora og at vinna. Páll Klettskarð legði heimaliðið á odda í 28. minutti, og maðurin ið legði upp - Patrik Johannesen - skoraði hitt málið. Hetta var, tá átta minuttir vóru eftir av vanligari leiktíð.
Heimaliðið stongdi harvið hurðina í hesum dystinum, og liðið hjá Magnusi Powell hevur 15 stig fyri fimm dystir. HB og NSÍ hava eisini fult stigatal, og spæla tey móti ávikavist B36 og TB í morgin.
Betrideildini, 5. umfar
Leygardagin 12.04
KÍ - Víkingur 2-0 (1-0)
28' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 1-0
82' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 2-0
Støðan í deildini sæst HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald