2019-07-11 13:31
Føroyska liðið í kurvabólti spældi í dag móti Álandi, og fekk fyrsta sigurin nakrantíð í hús. Úrslitið gjørdist 76-35.
Tað hevur eisini gingið væl hjá føroysku kurvabóltsleikarunum á oyggjaleikunum hesuferð. Í gjár var sera nær við tá Føroyar taptu 44-46 móti Isle of Wight, og fyrr í vikuni koppaði tað eisini akkurát til Jersey 79-74.
Undan dystinum móti Álandi vóru Føroyar mettar at vera stórfavorittar, og tað sást eisini aftur í dystinum, tí føroysku leikararnir máttu út at skapa dystin.
Áland - Føroyar (76-35)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald