Oyggjaleikir 2023

Fyrsti sigurin hjá kurvabóltskvinnunum

Vunnu 43-39 á Jersey í dag og tryggjaðu fimta plássið á oyggjaleikunum.

(Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)

(Mynd: Kurvabóltssamband Føroya)

2023-07-13 21:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eydnaðist føroyska kvinnulandsliðnum í kurvabólti at vinna sín fyrsta sigur á oyggjaleikunum í dag.

Tað var tá føroysku kvinnurnar vunnu við fýra málum 43-39 á Jersey. Tað var nóg mikið til at tryggja Føroyum fimta plássið í kappingini.

Av tí at so fá lið eru við í kappingini varð kappingin um fimta plássið spæld yvir tveir dystir.

Í gjár vann Jersey ein tepran sigur við tveimum málum, 38-36 á Føroyum. Men í dag vunnu vit við fýra, og vunnu sostatt samanlagt.

Eisini menninir vunnu sín plaseringsdyst í dag. 60-54 ljóðaði sigurin móti Ynys Mon. Føroyar vunnu eisini á walisisku oynni í bólkaspælinum, tá varð úrslitið 69-57.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder