Fótbóltur

Fyrsti stóri sigurin hjá Dan Brimsvík í 07 Vestur

Tað gjørdist til ein knúsandi 3-0 sigur, tá árstalsliðið tók móti uppflytarunum í NSÍ, á Dungasandi í gjárkvøldi.

Jens Kristian Haraldsen og Dan Brimsvík, eftir at síðstnevndi gjørdist venjari hjá 07 Vestur fyrr í ár. (Mynd: 07 Vestur)

Jens Kristian Haraldsen og Dan Brimsvík, eftir at síðstnevndi gjørdist venjari hjá 07 Vestur fyrr í ár. (Mynd: 07 Vestur)

2024-08-17 16:22 Author image
Áron Vest
placeholder

Einsamallur málskjútti og hann, ið skeyt øll trý málini, var 26 ára gamli noregsmaðurin, Emil Pedersen. Fyrsta málið skeyt hann beint fyri hálvleik. Hini bæði komu ávikavist tá umleið ein tími var farin og inni í tíðini, ið dómarin, Eiler Rasmussen, hevði lagt afturat vanligu leiktíðini.

Hetta er eisini fyrsti stóri sigurin hjá Dan Brimsvík, sum síðst í juni mánaða gjørdist høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá 07 Vestur.

Harafturat er hetta fyrsta tapið hjá uppflytarunum í NSÍ, móti einum botn-fimm liði.

Hinir dystirnir í 19. umfari eru hesir:

Í morgin, 18. august
ÍF - B36, kl. 15:00
EB/Streymur - Skála, kl. 15:00
HB - B68, kl. 17:00

Dysturin millum KÍ og Víking í 19. umfari er útsettur til 25. september.
Hetta kemst av, at tað skulu vera fýra dagar millum altjóða dystir (KÍ móti Borac Banja Luka hósdagin 15. august).
Tí er dysturin útsettur til endan á september mánaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder