Eitt av londunum ið føroyska A-landsliðið hjá monnum ongantíð áður hevur leikt ímóti í einari undankapping, er eitt av londunum ið Føroyar hava sterkast bond til søguliga. Talan er um Norra, ið vit áður hava hoyrt til. Í morgin standa londini fyri fyrstu ferð yvir av hvørjum øðrum í undankappingardysti í fótbólti. Hetta verður í 4. umfari í bólki F í EM-undankappingini.
Dysturin á Tórsvølli er tann fyrsti millum Føroyar og Norra síðani august í 1993. Árið fyri taptu Føroyar 2-0 í Oslo í fyrsta venjingardystinum millum londini, men árið eftir á Svangaskarði gekk heilt galið: Norra vann 7-0 við bert heimligum leikarum, undantikið Dan Eggen úr Brøndby. Hetta var tó eitt lið, sum undir Drillo árið eftir var nummar tvey á styrkislistanum hjá FIFA, og sum var til tvey tey komandi HM-endaspølini.
Nógv vatn er runnið í ánna síðani, og norska landsliðið hevur verið í einum aldutali seinastu mongu árini. Ikki síðani EM 2000 hevur Norra verið til eitt endaspæl, og eftir at Rumenia fekk javnleik í Oslo fríggjakvøldið, aftaná at Norra var á odda 2-0, hevur liðið hjá Lars Lagerbeck bert tvey stig fyri tríggar dystir í okkara bólki og er undir ávísum trýsti.
Nógvir føroyingar hava ígjøgnum tíðina leikt í Noregi. Nevnast kunnu Kurt Mørkøre og Julian Johnsson, ið stóðu seg væl um aldarskiftið í Sogndal og Kongsvinger. Eftir nógva viðgongd í Danmark leiktu Jákup Mikkelsen (Molde) og Todi Jónsson (Start) í bestu norsku deildini í eina tíð. Seinnu árini er Sonni Ragnar Nattestad ein av teimum, ið hevur roynt seg.
Heili fýra leikarar sum eru í føroyska hópinum til dystin í morgin, spæla til dagliga í norskum fótbólti. Rógvi Baldvinsson er uppvaksin í Noregi og spælir við Bryne í triðbestu deildini. Gilli Rólantsson Sørensen er í gongd við sítt fjórða kappingarár í stórfelagnum Brann Bergen. Meinhard Egilsson Olsen spælir eisini í bestu deildini, við Kristiansund, og eins og hann skifti Odmar Færø úr B36 til norskan fótbólt í vetur. Odmar spælir við Ham Kam í næstbestu deildini. Í núverandi hópi hava Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen eisini spælt í Norra.
Sí eisini:
Rógvi Baldvinsson: Vaksin upp saman við onkrum av norsku leikarunum
Tøl: Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald