Fótbóltur

Fyrstu atgongumerkini til heimadystirnar sett til sølu mánadagin

"Landsliðspakkin" sum gevur atgongd til allar heimadystirnar í 2019 verður settur til sølu fyrrapartin mánadagin.

2018-12-07 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrstu atgongumerkini til dystirnar í komandi EM-undankapping hjá monnum, verða sett til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum mánadagin fyrrapartin.

Komandi ár skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla teir tíggju undankappingardystirnar til EM 2020. Fimm á heimavølli og fimm á útivølli. Mótstøðulondini verða Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

Sølan av atgongumerkjum til komandi dystir fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í fyrstu atløgu verður ”Landsliðspakkin” at fáa til keyps. ”Landsliðspakkin” gevur atgongd til allar heimadystirnar í undankappingini til EM 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder