Í døgunum 14. til 16. januar 2022 spælir føroyska A-landsliðið við monnum HM-undankappingardystir á heimavølli móti Lettlandi, Italia og Luksemborg, og í dag byrjar atgongumerkjasølan til dystirnar.
Fyrstu 400 atgongumerkini verða sett til sølu klokkan 14.
Í fyrstu atløgu, grundað á tey galdandi koronutilmælini, verða seld tvær ferðir 200 atgongumerki, so tað ikki vera fleiri enn 200 fólk í hvørjum øki í høllini.
Tveir dystir eru hvønn dag, har Føroyar spæla tann seinna. Til ber at keypa atgongumerki til hvønn dag sær ella alt vikuskiftið og allar dystirnar. Les meira her.
Dystir verða spældir í Høllini á Hálsi í Havn, og skráin er soljóðandi:
Fríggjadagin 14. januar
17.00 Lettland – Italia
19.30 Luksemburg – Føroyar
Leygardagin 15. januar
17.00 Lettland – Luksemburg
19.30 Italia – Føroyar
Sunnudagin 16. januar
15.30 Italia – Luksemburg
18.00 Føroyar – Lettland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald