Hondbóltur

Fyrstu ferð í 25 ár

VÍF spælir leygardagin og sunnudagin móti italska SSV Brixen í European Cup. Dystirnir verða leiktir í Vestmanna, og nógv verður gjørt burturúr.

(Mynd: Andrei Antal)

(Mynd: Andrei Antal)

2023-11-26 19:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Vestmanna eru tey í holt við at fyrireika at hava evropiskar dystir fyri fyrstu ferð í 25 ár.

Leygardagin og sunnudagin spælir besta mansliðið hjá VÍF ímóti italska liðnum SSV Brixen í European Cup-kappingini. Báðir dystirnir verða leiktir í Ítróttarhøllini í Vestmanna, og teir byrja klokkan 17 báðar dagarnar.

VÍF boðar frá, at tað ber til at keypa atgongumerki í forsølu á Magn og Á í Vestmanna.

Í sambandi við stóru dystirnar hjá vestmenningum verður nógv gjørt burturúr. Millum annað verður okkurt gott at fáa til keyps, so sum suppa og ymiskt drekkandi. Harumframt verður tombola.

VÍF - SSV Brixen (EHF European Cup)
2. og 3. desember kl. 17

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder