Fótbóltur

Fyrstu málini hjá Aroni í skotskum fótbólti: Stong inn og beinleiðis fríspark

Og líka nakað av fimleiki eftir fyrra málið: Aron Benjaminsen skoraði bæði málini í KDM Evolution Trophy-dysti, sum eykaliðið hjá Hearts tapti - sí málini her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-14 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt nakað øðrvísi landsliðsvindeyga, har Aron Benjaminsen fyrst varð tvífaldur málskjútti í U21-sigri í Estlandi, síðani fleyg fýra ferðir og fekk A-landsliðsdebut í Moldova í næstu døgunum og til seinast sat á bonkinum tvær ferðir 90 minuttir, er 18-ára gamli strandingurin aftur í Skotlandi. Og har hevur vongurin, sum Hearts keypti úr Víkingi í september, spælt sín fyrsta kappingardyst.

Hoyr eisini: 
Eftir tvey mál og stigamet er hann úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt
Eyðun Klakstein: Aron varð tikin við sum jokari - løtan kom bara ikki í Kasakstan

Talan var um dyst í sonevdu KDM Evolution Trophy (Challenge Cup), har lið úr lægru deildunum, umframt eykalið/ungdómslið hjá Premiership-liðum eru við. Fyrr hevur tað verið ein steypkapping við "knock-out" - nú er tað eitt deildarspæl eins í evropeiskum kappingum. Har gjørdi Aron Benjaminsen bart í fyrstu royndini, sum var týskvøldið.

[object Object]
Aron Benjaminsen spældi fyrstu minuttirnar á A-landsliðnum í Moldova - nú hevur hann roynt seg í dysti í Skotlandi (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingurin við 8-talinum var partur av tí, sum í veruleikanum var eitt ungdómslið (U21) hjá Hearts. Vitjað var hjá Airdrieonians. Liðið spælir vanliga í triðbestu skotsku deildini, League One, og hevur staðið seg væl í hesi serligu KDM Evolution Trophy kappingini higartil hetta kappingarárið. 

Teir høvdu tó ikki møtt Aron Benjaminsen, og eftir 24 minuttir hevði 18-ára gamli føroyingurin smekkað bóltin í netið tvær ferðir.

Fyrst í longu eyðkendum stíli, tá Aron Benjaminsen fekk bóltin í høgru bjóðaði bakkinum av, og síðani fekk pláss inneftir: Sendi bóltin móti longra málhorninum. Umvegis stongina fór bólturin í netið - og síðani fór kviki maðurin uppfrá.

Nakrar minuttir seinni vendi Aron stutt inni á Hearts-hálvuni, setti ferð á, bjóðaði øllum av og varð feldur stutt uttanfyri brotsteigin. Har var heldur eingin ivi, tá vinstra beinið slapp fram at.

Sí málini í videobrotinum ovast

Her ber eisini til síggja longri hæddarpunkt, sum Airdrieonians hevur frá dystinum:

Aron Benjamisen spældi allan dystin og hevði 8-talið á rygginum. Hann sæst eisini skapa aðrar møguleikar og hótta við skotum fyri Hearts. 

Tíverri rakk tað ikki til sigurs, tí  Airdrieonians skoraði tríggjar ferðir og vann 3-2. Tað var tó betri enn 14-0 tapið í síðsta dystinum hjá hesum Hearts-liðnum; áðrenn føroyingurin var við.

Hann hevur nú spælt fyrstu kappingarminuttirnar í Skotlandi. Í morgin bíðar Conference League-uppgáva móti FC Nordsjælland hjá besta liðnum og brak móti Celtic sunnudagin. Tað verður tó væntandi ein løta, áðrenn Aron Benjaminsen spælir fyrstu minuttirnar har - men við avrikum sum tí í gjár, kann tíðin styttast.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder