Fótbóltur

Video: Aron varð tikin við sum jokari - løtan kom bara ikki í Kasakstan

Høvdu ætlað at koyrt hann inn, og serliga í einari støðu sum tá tað var 2-0, men fingu tørv á øðrum typum til seinastu løtuna, sigur Eyðun Klakstein. Venjarin verjir avgerðina um at taka Aron Benjaminsen upp á A-landsliðið, hóast hann bert kom inn til fimm minuttir í einum dysti; hetta eftir U21-dystin í Estlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-07 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Er man landsliðsspælari, so er man landsliðsspælari.

Venjaratoymi á A-landsliðnum hevur fingið atfinningar í seindingum millum annað eisini á sosialu miðlunum, um avgerðina at taka Aron Benjaminsen upp á A-landsliðið eftir tey bæði framúr málini, sum tryggjaðu U21-landsliðnum sigur í Estlandi 25. september.

Sí eisini: Aron avgjørdi í Estlandi - Føroyar hava sett stigamet

18-ára gamli vongurin varð í fyrstu syftu tikin út til U21-landsliðið til, men lagt varð upp til, at hann kundi koma við A-landsliðnum seinni í landsliðsvindeyganum. Og eftir fyrsta dyst hansara í ein mánaða, síðani skiftið frá Víkingi, komu boðini um úttøkuna til A-landsliðið.

Hetta merkti eisini, at føroyska U21-landsliðið var uttan Aron Benjaminsen, stóra álopskenda profilin til lagnudystin móti Luksemborg á heimavølli í seinastu viku. Høvdu Føroyar vunnið tá, hevði dreymurin um EM-pláss livað; hóast tað framvegis hevði verið neyðugt at vunnið á sterku íslendingunum og síðani eina røkkstøkk-uppgerð.

- So kostar tað hjá U21, og tað er kanska tað sama við Mattiasi (Hellisdal, red.) og Áka (Samuelsen, red).

Hetta staðfesti Eyðun Klakstein í viðtalu við Portalin í Astana týskvøldið. Eins og fýra dagar frammandundan, á Tórsvølli móti Slovakia, hevði Aron Benjaminsen sitið 90 minuttir á bonkinum fyri A-landsliðið. A-landsliðsvenjarin vísti á, at kviki og spennandi spælarin var tikin við sum ein jokari; til at  "tveitast inn viðhvørt", sum leiklutur hansara er í fyrstu syftu á A-landsliðnum.

Mattias Hellisdal og Áki Samielsen hava eisini U21-aldur, men nakað eldtir Allsvenskan spælarararnir eru nú við A-landsliðnum. Serliga síðstnevndi - við trimum byrjanarplássum, einum máli og einum uppleggi í júst farna landsliðsvindeygað - hevur havt stóran leiklut. Mattias byrjaði inni í Moldova og kom eisini væl inn í Astana; "trekti" eitt reytt kort og var ósmæðin.

[object Object]
Aron Benjaminsen og Mattias Hellisdal beint undan dystarbyrjan í Astana. 20-ára gamli Hellisdal kom inn í týðandi løtu - Benjaminsen spældi bara fimm minuttir saman í trimum møguligum A-landsdystum hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein vardi sum heild avgerðina um at taka Aron Benjaminsen við A-landsliðnum eftir fyrsta umfar í landsliðsvindeyganum.

Eisini eftir at vongurin bert spældi fimm minuttir í tí eina dystinum. Hetta í Moldova tá Føroyar vóru undir stórum trýsti, og 18-ára gamli spælarin, stutt eftir fýra flogtúrar, nart við bóltin einaferð teir stóru fimm minuttirnar, hann var inni. 

Sí eisini: Miðlarnir sluppa ikki at tosa við Aron Benjaminsen

Venjarin helt nakað speiskliga fyri, at "nei...tit hava rópt um at hann skuldi við A-landsliðnum". Men síðani meira til sakina fyri at greiða frá venjarasjónarhorninum: 

- Aron varð tikin við, tí hann kann vera jokari hjá okkum. Tað var bara ikki løtan í dag. Vit høvdu annars ætlað tað, og serliga tá tað blívur 2-0: "Ókey, nú skulu vit satsa og koyra Aron inn". Men haldi ikki at tað varð løtan til tað; har høvdu vit tørv á øðrum leikarum.

Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu sigurin í Kasakstan

Eyðun Klakstein sipar millum annað til, at Føroyar stutt eftir 2-0 málið fingu Martin Agnarsson riknan av vølli. Nakað sum broytti dystarmyndina totalt.

Hoyr landsliðsvenjaran tosa um Aron Benjaminsen og støðutakanina har ovast

Hoyr alla samrøðuna úr Astana her: Útvísingin broytir dystin - men kortini ikki neyðugt at teir fáa tvey mál

Føroyar spæla avgerandi dystirnar í Nations League í november, har farið verður eftir 2. plássi. Tá spælir U21-landsliðið ikki, og spennandi verður at síggja um Aron Benjaminsen verður á listanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder