Seinastu árini hevur VFF Cup, venjingarkappingin hjá venjarafelagnum, verið á skránni ein dag í Gundadali. Hetta sum fyrireiking til komandi kappingarári har føroysku liðini sleppa at royna seg hvør ímóti øðrum.
Í ár er kappingin av álvara umskipað. Øll liðini í Betrideildini hjá monnum spæla hvørt vikuskifti næstu fimm vikurnar. Tað vil siga, at tað eru fimm umfør, har hvørt lið sleppur at royna seg ímóti fimm ymiskum liðum.
18. februar verður 6. umfarið í Gundadali, har liðini spæla eftir hvussu úrslitini hava verið; t.v.s at tvey tey bestu liðini hittast í finaluni og hini spæla plaseringsdystir.
Teir fyrstu fýra dystirnir eru á skránni í dag, og í morgin verður ein dystur leiktur. Nú sleppa liðini at fáa dystarformin í rættlag og royna ymisk ting.
Skráin fyri 1. umfarr í VFF Cup
12.01 kl. 11.00 | HB | ÍF |
12.01 kl. 13.00 | KÍ | Skála |
12.01 kl. 13.00 | Víkingur | TB |
12.01 kl. 13.00 | AB | NSÍ |
13.01 kl. 13.00 | B36 | EB/Streymur |
Øll skraín fyri kappingina kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald