Treysti skipar regluliga fyri gakk ella renn-túrum, har fokus er á rørslu og hugnaliga samveru, og hetta hóskar so væl saman við verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu, sum Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur í, at kommunan ynskir at samstarva við Treysti um ymisk heilsufremjandi tiltøk og átøk, sum felagið javnan tekur stig til.
Vit leggja fyri longu leygardagin 13. oktober, tá Gakk ella renn fyri heilsuna hjá Treysti byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu. Tað farið verður verður gingið ella runnið í 15 minuttir, áðrenn vent verður gingið ella runnið verður aftur til Býráðshúsið.
Bæði Treysti og Klaksvíkar kommuna vóna, at tiltakið leygardagin gerst byrjanin uppá eitt regluligt og skipað samstarv til frama fyri rørslu og heilsu. Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur í verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum, og boðskapurin í tí verkætlanini er í høvuðsheitum, at vit kunnu fremja okkara sálarligu heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin. Í hesum sambandi er samstarvið við Treysti sera væl hóskandi, og bæði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndunum hjá Býráðnum gleða seg til túrin leygardagin.
- Treysti hevur í nógv ár verið ein savnandi og heilsufremjandi felagsskapur, og tey seta javnan sín dám á býarmyndina við øllum møguligum tiltøkum, og hesum ynskja vit sum kommuna at stuðla og taka virknan lut í, so eg gleði meg ordiliga nógv til túrin leygarmorgunin og vóni sjálvandi, at nógv nýta høvið at koma við ein túr, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Sum trivnaðarnevndarforkvinna umboðar Beinta Klakstein kommununa í verkætlanini ABC fyri sálarligari heilsu saman við Anju Olsen, samskipara. Høvuðsboðskapurin í ABC er at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin, og hetta ynskir kommunan at varpa ljós á í samband við øll hóskandi tiltøk, sigur Beinta Klakstein við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.
- Heilsufremjandi tiltøk kunnu vera so nógv, og tað týdningarmesta í tí er, at vit eru virkin saman og kenna okkum sum part av einum felagsskapi av einum ella øðrum slag, tí tað samanhaldið er balsam fyri okkara sálarligu heilsu. Í hesum føri er tað so eisini dupultur vinningur, tí talan bæði er um eitt heilsufremjandi tiltak í mun til kropsliga og sálarliga heilsu, tí vit her fáa høvið til at vera virkin saman og njóta hugnaliga samveru, ímeðan vit eisini gera nakað gott fyri okkara likamligu heilsu, sigur forkvinnan.
Gakk ella renn fyri heilsuna verður sum nevnt leygardagin 13. oktober. Túrurin byrjar og endar við Býráðshúsið á Nólsoyar Pálsgøtu 32.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald