
Skírisdag tryggjaði TB sær sín fyrsta sigur síðani afturvendanina til Betrideildina og kom harvið upp á fimm stig. Liðið vendi 0-1 til 2-1 í dystinum móti 07 Vestur og er nú í betri støðu eftir nakrar annars tungar vikur.
Eitt sermerkt, og sum eisini sæst á dómaraseðlanum, var, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki var liðformaður. Tað hevur hann annars verið í øllum hinum dystunum í ár. Royndi spælarin hevði eisini bandið á alt 2024, eftir at trongisvágsmaðurin vendi aftur til barndómsfelagið.
Sum skilst er tað ikki nakað dramatiskt í hesum, og er tað nakað, sum Gilli Rólantsson sjálvur hevur biðið um. Hann hevur verið heldur ávirkaður av støðuni upp til kappingarárið við Stóra, staðfestir spælarin sjálvur fyri Portalinum í dag.
- Tað einasta, ið eg kann siga er, at eg havi verið alt ov ávirkaður av øllum. Tað hevur verið verðið heldur toført at haft fokus á tað, sum tað handlar um - at spæla fótbólt, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.
Gilli var partur av venjaratoyminum í fjør, har Markus Thorberg var leikandi høvuðsvenjari og Lars Müller var málmansvenjarari. Eitt venjaratoymi sum í vetur fyrst varð útvíðkað við Rasmusi Nolsøe og einum norðmanni, men sum ikki so langt undan kappingarbyrjan fór í upploysn.
Sí eisini: TB-formaðurin: - Tað vóru samstarvstrupulleikar í venjaratoyminum
Eitt nýtt venjaratoymi við Sonna Djurhuus á odda varð endaliga avdúkað fyri einum mánða síðani.
Áhugi úr bestu íslendsku deildini
Sum nú er, er Gilli ikki liðformaður men fastur maður í TB. Hann hevur sáttmála til og við kappingarárið 2028.
Tað er tó ein ávísur áhugi úr Íslandi fyri at fáa 32-ára gamla føroyingin yvir nú. Talan er um eitt lið í bestu íslendsku deildini.
Gilli Rólantsson vísir ikki aftur, at onkur hevur víst honum áhuga. Royndi verjuspælarin hevur fyrr eisini staðfest, at hann vil aftur á landsliðið - hann hevur ikki verið úttikin til A-landsliðið, síðani hann kom aftur til TB, og so er spurningurin um møguligt yrkisfótbóltur í Íslandi kann gera mun á hesum økinum.
Um so er, at Gilli Rólantsson skal skifta felag, so skal hann sum útgangspunkt keypast leysur úr TB. Flytingarvindeygað í Íslandi letur aftur í næstu viku, týsdagin 29. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald