2025-03-21 15:04

Sum vit skrivaðu mikukvøldið, lá tað í kortunum, at Sonni Djurhuus skuldi taka yvir við Stóra. Hetta er nú kunngjørt.
TB skrivar í dag, at høvuðsvenjarin er uppá pláss. Talan er um 50-ára gamla Sonna Djurhuus úr Øravík, sum áður millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá ÍVB-kvinnum, venjari hjá næstbestu liðunum í fleiri feløgum og seinast hjálparvenjari hjá ÍF.
Lærarin og fyrrverandi skúlastjórin er tvíburðabeiggi Tummas Erling Djurhuus, sum stóran partin av 2023 stóð á odda fyri TB. Hann hevur A-venjaraprógv, og tískil kann hann standa á odda fyri TB.
Fyrsti dystur hjá Sonna sum høvuðsvenjara verður 30.mars við Stórá ímóti B36. Uppflytararnir úr TB hevur tvey stig fyri tveir dystir.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/21/gallery-thumbnail/17425700078onsbgf0nf.webp)
André Dalfoss, formaður, og Karl Øster (Mynd: Tvøroyar Bóltfelag)
Bárður Dimon, Karl Øster og Tórður Hentze halda fram. Karl Øster hevur staðið á odda, síðani Rasmus Nolsøe og síðani norsku venjararnir fóru úr felagnum.
Harvið er venjaratoymið fullmannað, og TB staðfestir, at "eitt sterkt lokalt venjaratoymi upp á pláss". Allir eru upprunaliga úr økinum, uttan Tórður, sum flutti til Tvøroyrar í fjør. Hann hevur áður verið venjari hjá ÍF Føroyar.
- Hetta gevur samstundis venjaratoyminum pláss til at styrkja, menna og arbeiða meira saman við okkara 2.deildarliði, skrivar TB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald