Fótbóltur

Gilli fingið staðfest covid-19

Føroyski landsliðsspælarin er settur í karantenu.

Gilli Rólantsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-14 08:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson, sum spælir við felagnum Brann í Bergen, hevur nú fingið staðfest covid-19.

Tað skrivar heimasíðan hjá Brann í dag, og søgan verður eisini endurgivin í fleiri norskum miðlum, teirra millum NRK.

Fyri hálvari aðrari viku síðani boðaði Gilli Rólantsson felagi sínum frá, at hann hevði havt tætt samband við persón, ið var smittaður við korona. Síðan tá hevur fótbóltsspælarin verið í karantenu.

Fyrr í hesi vikuni vísti tað seg, at Gilli hevði mild sjúkueyðkenni, og nú vísir tað seg, at hann er smittaður, skrivar brann.no.

- Hetta er ótrúliga keðiligt fyri Gilla, men hann hevur gjørt alt rætt í støðuni, sum hann er endaður í. Hann boðaði Brann frá beinanvegin, og hevur síðan hildið seg heima. Tá hann fekk sjúkueyðkenni, varð hann avbyrgdur, sigur læknin hjá Brann, Magnus Myntevik, við heimasíðuna.

Brann ger vart við, at Gilli ikki hevur havt samband við liðfelagar sínar eftir at hann hevði havt samband við smittaða persónin.

Gilli Rólantsson skal nú sita avbyrgdur til hann er frískur aftur. Hann skal hava verið frískur í minst tríggjar dagar, áðrenn hann sleppur at venja saman við liðnum aftur, skrivar brann.no.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder