H71 hevur í kvøld spælt fyrra dystin í 2. umfari í European Cup. Hetta var í søguríka kroatiska býnum Trogir. Talan var um fyrsta evropeiska dystin hjá kroatiska liðnum nakrantíð, og nógvir áskoðarar vóru til dystin í høllini, ið helst er gjørd við serliga kurvabólti í huga.
Tað sá tó als ikki út sum kurvabóltur fyrstu løtuna. Verjuspælið var í miðdeplinum og ógvuliga fá mál vórðu skotin. Í roynd og veru var tað sjálvdan í kvøld, at H71 veruliga fekk rútmu í álopsspælið móti fysiskt sterkari og størru mótsstøðumonnunum. Nógvar broytingar hava verið í H71-hópinum í summar, og liðið er ógvuliga ungt. Tað eru millum annað ikki spælarar á liðnum, sum hava nevniverdar royndir við at spæla í bakketuni og skula stýra spælinum í slíkum dystum. H71 brendi eisini fleiri brotskøst í dystinum.
Fyrsta málið kom ikki fyrrenn eftir sjey minuttir, tá Sveinur Olafsson høgdi bóltin upp í málhornið. Eftir 15 minuttir var 4-4, men so tók Trogir dik á seg og var omaná restina av fyrra hálvleiki.
Í steðginum var munurin fýra mál (14-10). H71 stríddist ógvuliga væl frá byrjan í 2. hálvleiki, har verjan aftur eydnaðist væl, og mistøk hjá mótsstøðuliðnum vórðu revsaði. Munurin kom niður á eitt mál, men seinasta stóra korterið tyktiskt munur vera á orku og øðrum, og teir hjá Trogir vóru kyniskir. Talan er eisini um lið, sum til dagligt spælir í sterkari deild.
Liðið hjá Mark Lausen-Marcher og Djóna Gaard Joensen royndi at halda muninum niðri. Tað endaði 29-22, og harvið er risastór uppgáva hjá H71 fyri framman til seinna dystin í mun til at vinna sær víðari luttøku. Tað snýr seg eisini nógv um menning hjá hoyvíkingum í ár, og slíkir strævnir dystir kunnu vera umráðandi partur av hesum: Óroynda liðið vísti seg til tíðir heilt væl fram í kvøld, men skal royna at bøta um nøkur ting til fríggjakvøldið.
European Cup 2. umfar, fyrri dysturin
Í dag, 11.10 í Trogir
Trogir - H71 29-22 (14-10)
Liðini spæla aftur fríggjakvøldið klokkan 18.30. VÍF skal royna seg í Luksemborg leygardagin og sunnudagin.
Hondbóltur
Gjørdist ov tungt í Trogir
Ungu hoyvíkingarnir hingu leingi væl í, men heimaliðið var sterkari og vann við sjey málum og góðum stuðli. Harvið skal okkurt heilt serligt henda í seinna dystinum, um H71 skal víðari.
H71 tapti 29-22, men var heilt væl við í pørtum av dystinum í Kroatia. VÍF skal spæla í 2. umfari í vikuskiftinum - eftir seinni dysturin hjá H71 er spældur (Mynd: Sverri Egholm)
2023-10-11 20:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald