Fótbóltur

Gleða seg at sleppa í gongd

Nýggja verkætlanin við heilsufótbólti fyri aldursbólkin 60+ í Klaksvík hevur fingið góða móttøku og undirtøku.

(Mynd: fsf.fo)

(Mynd: fsf.fo)

2022-08-13 15:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Eg eri ótrúliga spentur, og eg vóni inniliga at sleppa í fótbóltsbólkin! Soleiðis sigur Kristoffur Olsen, sum er ein av teimum mongu tilmeldaðu í nýggju granskingarverkætlanini um heilsuligu ágóðarnar av fótbóltsvenjing í 12 vikur fyri persónar í 60+ aldri. Í vikuni var kunningarfundur fyri luttakarunum, og í næstum verða heilsukanningar á skránni, áðrenn venjingarnar byrja á vøllinum síðst í august.

Í verkætlanini verður kannað, um heilsufótbóltur sum venjingarháttur er aldursyngjandi, og luttakararnir verða tí býttir í tveir bólkar: ein fótbóltsbólk, har luttakararnir venja minst tvær ferðir um vikuna, og ein kontrollbólk, har luttakararnir liva sum vanligt. Báðir bólkarnir verða heilsukannaðir áðrenn og aftaná tær 12 vikurnar, og eftir hetta stendur øllum í 60+ aldursbólkinum frítt at taka lut í venjingunum.

Á kunningarfundi fyrr í vikuni varð verkætlanin løgd fram fyri luttakarunum. Umframt yvirskipaða og praktiska kunning frá Klaksvíkar kommunu, KÍ og FSF, greiddi May-Britt Skoradal, Ph.d í heilsuvísindum frá verkætlanini, meðan Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði greiddi frá kanningunum av sálarligu ágóðunum.

Umframt likamligu heilsukanningarnar, verður sálarheilsan nevniliga eisini kannað í granskingarverkætlanini, og fyri Kristoffur Olsen hevur tann sosiali og trivnaðarligi parturin av verkætlanini eisini nógv at siga.

– Mær dámar væl fótbólt, og sjálvt um eg fyrst og fremst havi meldað meg til fyri at fáa heilsuágóðarnar av verkætlanini, so tiltalar tann sosiali parturin meg eisini nógv, sigur hann.

Hesum tekur Maria Olsen, sum eisini hevur meldað seg til verkætlanina, fult og heilt undir við.

– Eg vóni eisini at sleppa í fótbóltsbólkin, men óansæð um eg sleppi tað ella ikki, so eri eg ótrúliga spent uppá hesa verkætlanina. Hetta er gott fyri 60+ aldursbólkin, og góða undirtøkan vísir eisini, at hesin aldursbólkurin tekur væl ímóti einum tilboði sum hesum, sigur hon.

Verkætlanin verður framd í samstarvi millum Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar ítróttarfelag og FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder