Hondbóltur

GOG á floti í Vestmannasundi

Óli Mittún, ið hevur ávís ættarbond í Vestmanna, hevði grind og spik við, tá hann upplivdi føroysku náttúruna saman við liðfeløgunum í danska felagnum.

Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður og fiskiskapurin var nøkulunda (Mynd: vestmanna.fo)

Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður og fiskiskapurin var nøkulunda (Mynd: vestmanna.fo)

2026-08-19 12:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna.

Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum.

Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

- Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður og fiskiskapurin var nøkunlunda.

Føroyingurin á liðnum hevur ættarbond úr Vestmanna - millum annað býr langomman har. Óli Mittún hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar.

Myndir: Barndómsfelagið hjá Óla Mittún bjóðaði GOG av í løtum

Tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni.

Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen, Jógvan Poulsen, Johnny Joensen og Agnar Joensen, allir hvør sína spælaratroyggju frá GOG.

Les eisini: THW Kiel hevði teambuilding í føroysku náttúruni og venjing við føroyskum børnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder