Óli Mittún skoraði trý mál fyrstu stóru seks minuttirnar, og tað var 6-1 til GOG.
Harvið lá tað til, at H71 fór at vera hølvað av á sínum (næstan) heimavølli. Men liðið hjá Djóna Gaard Joensen svaraði aftur og var í løtum væl við móti einum av bestu liðunum í Danmark. Samanlagt gekst eisini betri enn hjá Vali í gjár at hanga í.
Tað hjálpti millum annað, at GOG spardi Óla Mittún og aðrar út á dystin, men Boas Ellefsen á Skipagøtu og hinir fingu eisini í løtum spælið at koyra - millum annað við 7 móti 6 og flottum málum.
Ikki so galin byrjan hjá H71 í Wenzel Nordic Cup. Men sum heild var GOG sum væntað omaná í einum dysti, har millum annað nógvir ungir spælarar á báðum liðum vístu seg fram.
Um eina løtu spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel móti Vali. Til ber at síggja dystin og fylgja við á Portalinum.
Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók við Tjarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald