Annað

Golfsimulator á Bacalao

Tórshavnar Golfelag og Tórshavnar kommuna hava gjørt samstarvavtalu um golfsimulatoranlegg á Bacalao.

Á myndini síggjast fremst: Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Annika Olsen, borgarstjóri, Jógvan Amonsson, formaður í Golffelagnum, síðani: Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Ingi Samuelsen, kassameistari í Golffelagnum, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Á myndini síggjast fremst: Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, Annika Olsen, borgarstjóri, Jógvan Amonsson, formaður í Golffelagnum, síðani: Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Ingi Samuelsen, kassameistari í Golffelagnum, Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-10-25 15:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar Golfelag og Tórshavnar kommuna hava gjørt samstarvavtalu um golfsimulatoranlegg á Bacalao. Sum liður í ætlanini at gera golfvøll á Glyvursnesi - og fyri at stimbra áhugan fyri golfítróttini - ynskir Golffelagið at fáa til vega umstøður til spæla golf innandura á sonevndum golfsimulatori.

Møguleiki er fyri staðseting á Bacalao og at fáa nýtiligar umstøður har.
Golffelagið og kommunan hava nú gjørt samstarvsavtalu, har kommunan stuðlar felagnum við at gera verkætlanina til veruleika. Kommunan stuðlar við 80.000 kr. í íløgustuðli til klárgerð av høliskarmum o.a., umframt 60.000 kr. í rakstrarstuðli til virksemi fyrsta árið. 

Golffelagið kemur harumframt sjálvt at leggja bæði egna fígging og arbeiðsinnsats í at gera ætlanina til veruleika, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Talan er í fyrstu atløgu um eina eitt ára royndarverkætlan, ið skal eftirmetast komandi ár. Kommunan ynskir við hesi avtalu at stuðla undir at leggja lunnar undir langtíðarvisjónina og at stimbra golf sum ítrótt. Golffelagið fer sambært avtaluni at leggja seg eftir at brúka annleggið proaktivt við at kunna um golf og gera tað áhugavert fyri einstaklingum, skúlum o.ø. áhugaðum bólkum við sámuligum treytum.

placeholder
placeholder