Suðuramerikanska fótbóltssambandið hevur gjørt av, at finalan í Copa Libertadores, sum svara til Champions League í Suðuramerika, skal spælast uttanfyri Argentina.
- Um dysturin verður spældur, verður hann spældur 8. ella 9. desember uttanfyri Argentina. Vi halda ikki at umstøðurnar eru nóg góðar til at hann kann spælast í Argentina, sigur Alejandro Dominguez, forseti í Conmebol.
Eftir at fyrri dysturin í finaluni endaði við 2-2 javnleiki á heimavøllinum hjá Boca Juniors, endaði galið, tá seinni dysturin skuldi spælast. Dysturin, sum skuldi spælast leygardagin varð útsettur til sunnudagin, tí at viðhaldsfólk hjá River Plate lupu á leikarabussin hjá Boca Juniors. Sunnudagin varð avgjørt at útseta dystin enn meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald