Í fjør vann Víkingur allar tríggjar dystirnar móti ÍF, hóast fuglfirðingar av álvara hóttu sigursrøðina hjá teinim ljósabláu í innanhýsis dystunum millum grannarnar, tá teir reyðkløddu tvær ferðir komu á odda í dystunum 1. september. Tað endaði tó 3-2, og nú skal Víkingur royna at halda yvirræðinum á ÍF.
Víkingur hevur tapt útidystirar móti KÍ og HB, men meira merkisvert hevur liðið spælt málleysar javnleikir á Argjum og móti TB á heimavølli. Eyðun Klakstein og hansara menn hava ikki ráð til eitt slíkt úrslit í kvøld, tí trýst er á í mun til at fylgja liðunum omanfyri, ið hittast í hesum umfarininum. Víkinga-venjarin segði í samrøðu við okkum eftir 4-1 tapið fyri KÍ, at nú skulu seks stig koma í hús næstu tveir dystirnar. Bogi Reinert Petersen sleppur ikki at spæla ímóti barndómsfelagnum - miðvallarin fekk sítt fjórða gula kort í ár í Klaksvík leygarkvøldið.
(Mynd: Sverri Egholm)
ÍF er bert tvey stig aftanfyri grannarnar. Hetta kemst av, at fuglfirðingar hava fingið stig í øllum dystunum móti botnliðnum. Sjálvsálitið er gott í Fuglafirði, nú Hans Jørgen Djurhuus og hansara menn skulu dystast í Sarpugerði. ÍF, ið so at siga er fullmannað, er undirtippað, men er bert tvey stig aftanfyri Víking og er helst sera uppsett uppá at koppa grannunum og taka 5. plássið.
Vit dagføra frá dystinum á forsíðuni og hava myndir frá honum.
Í kvøld - mikukvøldið 17.06:
18.00:
Skála - TB
19.00:
HB - KÍ
Víkingur - ÍF
Í gjár:
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson, Andrias Høgnason Eriksen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (80' Benjamin Heinesen) - Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic (85' Brian Jakobsen) - Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel
Venjari: Jákup á Borg
NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen (61' Pætur Hentze), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Árnasson Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen - Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Búi Egilsson (40' Aron Knudsen) - Petur Knudsen (90' Steffan Ábrahamsson Løkin)
Venjari: Glenn Ståhl
Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig
AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse 1-1
Myndir: AB - EB/Streymur
Støðan:
1. HB (21 stig)
2. NSÍ (17 stig) *
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (16 stig) *
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (10 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) *
8. AB (3 stig) *
9. TB (2 stig)
10. Skála (1 stig)
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald