Fótbóltur

Graslíkið verður skift á Djúpumýru

Seinni í vikuni koma fólk at leggja nýggja graslíkið á, og í næstu viku verða ljósmastrarnar settar upp.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-06-17 16:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað gongur skjótt at taka gamla graslíkið av. Fólk frá Klaksvíkar kommunu byrjaðu tíðliga í morgun uppá arbeiðið, sum vantandi verður liðugt longu í morgin.

Seinni í vikuni koma fólk at leggja nýggja graslíkið á, umframt at ljósmastrarnar eftir ætlan verða settar upp í komandi viku. Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, verður vantandi liðugt seint í juli, og arbeitt veður soleiðis, at tað ikki órógvar leikskránna hjá KÍ, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Tað hevur verið arbeitt kring vøllin í longri tíð, og samlaða verkætlanin er víðfevnandi. Tað verður tí spennandi at síggja endaliga úrslitið, tá leikt verður á Djúpumýru kappingarárið 2020/21.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder