Fótbóltur

Grassroots-tiltøk kring alt landið

Árliga ”UEFA Grassroots week” er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum.

2018-09-26 16:29 Author image
Tíðindaskriv

Hendan vikan er Grassroots-vika hjá UEFA, og í tí sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fleiri tiltøkum kring alt landið. Endamálið er at fáa fleiri at spæla fótbólt og at røra seg.

Mánadagin varð skipað fyri tiltaki á vøllinum við Løkin í Runavík, har barnagarðar av Toftum, Runavík og av Strondum luttóku, og týsdagin var tiltak í Marghøllini í Vági, har barnagarðar í Suðuroynni vóru við.

Fleiri líknandi tiltøk fyri barnagarðar verða eisini næstu dagarnar kring landið, samstundis sum skipað verður fyri tveimum tiltøkum saman við Parasport Føroyar.


Myndir frá tiltakinum í Runavík: Grassroots week 2018 // Runavík

Myndir frá tiltakinum í Vági: Grassroots week 2018 // Vágur

placeholder
placeholder