Fótbóltur

City sett bretskt met - Grealish fyri hundrað milliónir pund

25-ára gamli miðvallarin hevur nú skift til meistararnar úr Aston Villa. Hann fer at spæla við nummar 10 á rygginum - keypsprísurin hevur eitt null afturat í endanum í pundum. Tað er framvegis møguligt, at Kane verður liðfelagi við Grealish.

2021-08-07 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fimm árum síðani rindaði Manchester United beint yvir 90 milliónir pund fyri at keypa tá 22-ára gamla Paul Pogba aftur úr Juventus. Harvið setti felagið bretsk met - nú hava grannarnir "tikið tað aftur"

Hóskvøldið kunngjørdi Manchester City, at felagið hevði keypt Jack Grealish leysan úr barndómsfelagnum Aston Villa, og at partanrir høvdu undirskrivað ein seks-ára sáttmála. Skjótt gjørdist greitt, at talan var um bretskt met, tí at felagið úr Manchester hevði útloyst loysigjaldið á 100 milliónir pund, ið Aston Villa setti í fjør fyri gávaða og snilda miðvallaran, sum skal mynda núverandi meistaraliðið komandi árini.

Slakar 880 milliónir koma inn, og tað hevur givið Villa rúm til at fáa fatur á Leon Bailey úr Bayer Leverkusen, Emiliano Buendía úr Norwich og Danny Ings úr Southampton - tríggir leikarar ið felagið metir á ein hátt kunnu avloysa liðformannin og samanlagt hava samsvarandi dygdir. Pep Guardiola hevur staðfest, at tað bert var møguligt, tí at nakrir av leikarunum, ið kortini ikki vóru slopnir framt, vórðu seldir, og at City fekk næstan 100 milliónir krónur, tá Manchester United keypti Jadon Sancho úr Borussia Dortmund.

Nú er so spurningurin, um meistaraliðið trý út av teimum seinastu fýra árunum styrkir annað enn miðvøllin. Soleiðis verður helst, tó at tað er ivasamt, um Tottenham vil sámráðast um Harry Kane. Hetta var Pep Guardiola inni á á tíðindafundinum, sum var í gjár, í samband við Community Shield-finaluna:

- Ógvuliga nógv feløg vilja helst hava fatur á honum, tað er ikki bert Manchester City, men tað fer ikki at bera til, uttan so at Tottenham við samráðast.

Áleyparin møtti ikki upp til venjing hjá Tottenham í vikuni, sum hann annars skuldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder