Annað

Guðrun nummar fýra á FEIF Youth Cup

Tað eru vælnøgdar reiðkvinnur sum nú eru á heimleið úr Svøríki.

2018-08-06 17:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru vælnøgdar reiðkvinnur sum nú eru á heimleið úr Svøríki. 
Hetta aftaná at hava luttikið í stóru altjóða kappingini FEIF Youth Cup. 

Úrslitini hava eisini verð góð, Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal gjørdist nummar 10 í flag race, Helena Dahl Thomsen gjørdist nummar 10 í trail og Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð megnaði at gerast nummar 8 í cross country og nummar 4 í trail. 

Serliga hetta seinasta úrslitið er framúr flott, havast skal í huga at føroyska liðið luttók við rossum tey leigaðu, móti reiðfólkum sum vóru við rossum tey eiga og eru von við. 

Jóna Ólavsdóttir liðleiðari hjá føroyska liðnum letur væl at og rósar ungu reiðkvinnunum fyri góðan hugburð. Føroyar hava í nógv ár sent ung reiðfólk til FEIF Youth Cup, hetta er arbeiði fyri at menna ung reiðfólk, til at vera klár at luttaka í altjóða kappingum. 

Tað er Føroyskt Íslandsrossafelag sum stendur fyri at arbeiðinum, sum verður gjørt í samstarv við Ríðisamband Føroya. Bæði felag og sersamband fegnast um at ungu føroyski reiðfólkini aftur hesaferð hava víst, at tey standa seg væl í atljóða høpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder