2022-10-27 18:54
Mikkjal Thomassen er ákærdur fyri hóttanir, og málið kemur fyri í Føroya rætti um fýra mánaðir.
Hetta váttar danski verjin Torben Koch, sum eisini er verji hjá danska Politiforbundet, fyri útvarpinum.
Gullvenjarin í Klaksvík var fyrst skuldsettur fyri tvey harðskapsmál og tvye mál um hóttanir. Men í ákæruritinum eru skuldsetingarnar um harðskap sleptar.
Mikkjal Thomassen noktar seg sekan og krevur frídøming í málinum.
Les eisini: KÍ-nevndin tekur frástøðu til atburðin - men ynskir at Mikkjal heldur fram sum venjari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald