Tað var Dimmalætting, sum í gjár kom út við søguni, at Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, hevði gjørt um seg í býarlívinum næstseinasta leygarkvøld. Hann framdi harðskap, og kom við hóttanum til ymisk fólk. Eitt nú ein Betri deildarleikara hjá Víkingi.
KÍ-nevndin sigur í fráboðan í dag, seg harmast um støðuna, sum høvuðsvenjarin er komin sær í, og tekur frástøðu til atburðin. Nevndin sigur seg kortini ynskja at arbeiða fyri at arbeiðið saman við Mikkjali Thomassen kann halda fram.
- Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi, sigur nevndin.
- Vit hava fingið váttað, at Mikkjal Thomassen eftir hendingina hevur vent sær til teirra, sum hann hevur gingið ov nær og hevur biðið um umbering fyri sín atburð. Hesum hevur nevndin í KÍ virðing fyri.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Høvuðsvenjarin og vit hava nú í skjótt átta ár verið í góðum og mennandi samstarvi, sum á mongum økjum hevur lyft KÍ upp á heimliga fótbóltstindin. Hesi árini hava givið okkum, viðhaldsfólki, hjálparfólki og stuðlum mangar ógloymandi upplivingar.
- Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum, sigur nevndin í KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald