Fótbóltur

Gunnar og Víkingur skulu spæla ímóti írsku meistarunum

Í fjør vann íslendska meistaraliðið á írska meistaraliðnum - lagt er upp til spennandi uppgerðir.

Umframt KÍ er Gunnar Vatnhamar við í 1. umfari í  Champions League - við Víkingi Reykjavík (Mynd: mbl.is)

Umframt KÍ er Gunnar Vatnhamar við í 1. umfari í Champions League - við Víkingi Reykjavík (Mynd: mbl.is)

2024-06-18 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita hvussu langt tað røkkir. Og so hava vit ein sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa. Í fjør kiksaðu vit móti Riga beinanvegin, sjálvt um vit spæla. Vit halda, at vit kunnu meira enn 1. umfar í Evropa

Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar við Portalin, tá vit vitjaðu hann fyrst í apríl.

Sí eisini: - Fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt

Nú er greitt, at tað verður Shamrock Rovers, sum Víkingur Reykjavík í fyrstu syftu skal vinna seg víðari ímóti í Champions League.

Byrjað verður í Írlandi 9. ella 10. juli, og eina viku seinnu skulu Gunnar og liðfelagirnir royna at avgera tað á heimavølli.

Í fjør vann íslendska meistaraliðið á írska meistaraliðnum í júst fyrsta umfari í Champions League. Tá vóru tað Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik, ið koppaðu Shamrock.

Sí eisini: KÍ til Luksemborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder