Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Tað er fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt. Havi stríðst við skaðar í "pre-season", og so er tað deiligt at beinanvegin vísa, at man kann hjálpa til á liðnum - tað er eisini uppaftur stuttligari at skora, tá man kennir fleiri føroyingar, ið eru og hyggja.
Tað var sjálvandi ein fegin Gunnar Vatnhamar, ið Portalurin fekk orð á "við Víkina" í Reykjavík. Gunnar skoraði í gjár fyrsta málið í bestu íslendsku deildini 2024, tá hann og Víkingur Reykjavík tóku ímóti Stjarnuni. Sterki verjuspælarin og liðfelagarnir vunnu 2-0, og Gunnar varð valdur til dagsins spælara.
Sí eisini: Gunnar skoraði og gjørdist dagsins leikari í fyrsta dystinum
Fleiri føroyingar vóru millum tey yvir 1.100 fólkini hetta vakra kalda apríl kvøldið í íslendska høvuðsstaðnum - har ímillum fleiri "føroyskir víkingar" - og tað var fantastiskt at skora frammanfyri teimum og heilsa uppá aftaná, staðfestir føroyski landsliðsspælarin. Men hvussu kom so hetta málið?
- Vit byggja væl upp í vinstru síðu. Ein góður bóltur kemur innfyri og dettur so nakað niður til mín. Vit hava ein slíkan struktur, har eg í nøkrum førum skal taka "næstu bóltarnir", sum detta uttnfyri brotsteigin. Ein kemur so beint til føturnar á mær. Eri kanska nakað langt frammi, ið mun til hvat eg eigi, men so er bara at plaserað bóltin trygt í kassan - kanska eitt sindur við vristini sigur Gunnar Vatnhamar flennandi
- Eg hevði ein uppaftur størri møguleika beint aftaná við høvinum, sum eg burdi skorað uppá, so tíbetur skori eg har: Eitt mál, vinna og so spari eg bara "hitt málið" til eina aðru ferð
Gunnar Vatnhamar fekk fatur á bóltinum við brotsteigarmarkið og tók av - fyrsti málskjútti í deildini í 2024 var 29-ára gamli føroyingurin (Mynd: fotbolti.net)
Skulu longur í Evropa - stórtrívist og hugsar um nýggjan sáttmála
Tá vit tosaðu við fryntliga føroyingin í felagshúsinum hjá Víkingi kom hann eisini inn á málini hjá felagnum í 2024 og sína framtíð í Íslandi.
Víkingur Reykjavík vann greipuna í fjør, og Gunnar Vatnhamar varð "óalment" skýrdur ársins keyp í íslendskum fótbólti, eftir at hann kom frá føroyska Víkingi. Tað er harvið toført at gera tað betri, men føroyski landsliðsspælarin vísur á, at teir fara eftir øllum aftur, og at tað skal gerast betur í Evropa.
- Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita hvussu langt tað røkkir. Og so hava vit ein sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa. Í fjør kiksaðu vit móti Riga beinanvegin, sjálvt um vit spæla. Vit halda, at vit kunnu meira enn 1. umfar í Evropa,
Víkingur Reykjavík byrjar í Champions League í summar.
Gunnar Vatnhamar skrivaði undir ein tvey-ára sáttmála, tá hann kom til Reykjavíkar í fjør. 29-ára gamli leirvíkingurin dylur ikki fyri, at hann og familjan hava tað ordlga gott í íslendska høvuðsstaðnum, og at tað er góður møguleiki fyri, at hann verður í felagnum longri enn 2024 afturat. Tó er Gunnar opin fyri øllum.
- Eg royni bara at gera mítt besta, og vónandi sær felagið, at tað er gott nokk. Men sjálvandi um okkurt meira spennandi kemur, so kann man altíð hugsa um tað. Tað er tó heilt víst, at familjan og eg trívast ordliga væl í Íslandi, og eri vónríkur um at ein nýggjur sáttmáli einaferð skjótt liggur á borðinum.
Føroyski landsliðsspælarin heiðraður sum dagsins spælari eftir mál og sterkan innsats í 1. umfari (Mynd: Agnar Prestá)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald