
11. november 2020 og 14. november 2020. Hesar báðar dagarnar var Gunnar Vatnhamar á blettinum fyri Føroyar í brotsteigum í baltisku londunum. Leirvíkingurin skoraði í ávikavist venjingardysti í Litava og í týðandi 1-1 javnleiki móti Lettlandi í Nations League. Talan var um mál nummar eitt og tvey honum fyri Føroyar..
Síðani hevur hann javnan víst seg at vandamikil í sambandi við deyðbóltar í sínum feløgum, og í gjárkvøldið bragdaði aftur hjá Gunnari í landsliðsblusuni. Hann skoraði sítt fyrsta mál í einum undankappingardysti - máli nummar trý í A-landsdysti nummar 46.
Hetta var eisini vorið sum mál. Nummar 16 kom nærum flúgvandi, tá verjuspælarin við perfektari "time'ing" møtti bóltinum og drønstútaði hann í kekkiska málið til 1-1. Víkinga-spælarin leyp enntá uppum hágvaksna og sterka kekkiska liðformannin, Tomas Soucek úr West Ham. Nakað sum hann sjálvsavgt var errin av eftir dystin.
Sí samrøðu við Gunnar her: - Stuttligt at hoppa upp um Soucek og stúta í kassan - men tað telur so lítið nú
Gunnar "møtti" harða og beinrakna innlegginum perfekt...
...og so var stórur fagnaður hjá nummar 16 og øllum hinum
Myndir: Sverri Egholm
Eftir dystin iðraði málskjúttin seg um "mista" stigið (Mynd: Sverri Egholm)
Sí allar myndir okkara úr Kekkia HER
Talan var eisini um frágerða gott innlegg. Adrian Rúnason Justinussen hevur serginleikar við sínum sparki við høgra beini, og har rakti hann bóltin perfekt og fekk uttaruskrúðu á - hornasparkið var jú úr høgru síðu.
26-ára gamli Hillerød-spælarin varð settur inn til millum annað hetta, og í viðtalu við Portalin eftir dystin staðfesti Adrian, at hann hevði hugsað um at skapa júst hesa støðuna - og at hann miðjaði júst eftir Gunnari Vatnhamar.
Sí samrøðu við Adrian her: - Hevði hugsað um hasa løtuna leingi - siktaði eftir Gunnari
Hetta var fyrsta upplegg Adrians í A-landsliðshøpi og fyrsta málstig í kappingardysti (skoraði fyri einum ári síðani í venjingardystir)
Flotta málið var nær við at geva eitt ógvuliga flott føroyskt stig í Kekkia, men EM-toppskjúttin frá 2021, Patrik Schick, forðaði fyri, at talan gjørdist um eitt stórt føroyskt kvøld.
Nú fyrrapartin flúgva Adrian Justinussen, Gunnar Vatnhamar og hinir til Montenegro har næsta uppgávan bíðar. Hon verður týskvøldið 25. mars klokkan 19.45. Portalurin verður eisini við á ferðini har.
Les eisini: - Taka møði men eisini áræði við til Montenegro
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald