Fyrsta FM-hálvfinalan millum Stjørnuna og H71 hevur í kvøld verið í KÍ-høllini. Talan gjørdist um ein ógvuliga málríkan, undirhaldandi og spennandi dyst millum tvey lið, sum í øllum førum megnaðu at koma til møguleikar og at gera mál.
Verjuspælið kundi samanlagt verið væl betri, hóast góðar verjustøður vóru í dystinum - serliga hjá H71. Í fyrra hálvleiki eydnaðist tó so at siga als ikki hoyvíkskvinnum at tálma álopsspælinum hjá Stjørnuni, ið so at siga ikki misnýtti eitt skot. Heimaliðið spældi fyrst 7 móti 6 við Juliu Nalivko á vinstra vongi, har hon gjørdi bart gjøgnum, og skifti seinni til tað vanliga. Sonja Sirdal á Bergi var av álvara ein trupulleiki hjá H71, ið royndi seg við 5-1 verju rímiliga leingi. Høgri bakkurin hjá heimaliðnum gav av álvara H71 høvuðbrýggj við sínum kviku fótskiftum, og skoraði hon tey flestu av sínum átta málum tíðliga í dystinum.
H71 fekk eisini flog í sítt spæl. Jana Mittún gav verjuni hjá Stjørnuni trupulleikar, og tá Stjørnan fór at taka hana burturúr miðskeiðis í fyrra hálvleik, so gav tað pláss til aðrar, og Jana blandaði seg framvegis uppí. Maria Halsdóttir Weyhe - sum ikki byrjaði inni - fekk nøkur góð mál og yngra systurin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe kom inn í bakketuna og gjørdi skaða, millum annað tí hon er so skjót á fótum.
Verjan hjá Stjørnuni var stinn í fjórðingsfinaluni móti VÍF men fann ikki stevið í dag. H71 megnaði - nakað líknandi sum Stjørnan fyri steðgin - at skora allastaðni frá. Munurin var tó, at málverjin hjá heimaliðnum hevði nakrar bjargingar. Ditte Sørensen hevði nakrar góðar bjargingar í seinna helmingini av fyrra hálvleiki, ið vóru við at geva Stjørnuni eina leiðslu. Fimm minuttir fyri hálvleik hendi tað, sum ikki skuldi henda hjá Stjørnuni: Sonja Sirdal á Bergi beklaði, og H71 kom á javnt áðrenn steðgin.
Stjørnan hevði trupulleikar í verjustøðu. Julia Nalivko, ið har sæst stríðast móti VÍF leygardagin, gjørdist javnsettur toppskjútti í dystinum við átta málum (Mynd: Sverri Egholm)
H71 lat tjúgu mál inn í fyrra hálvleiki, men fyrsta helmingin av seinna hálvleiki gekk væl at halda Stjørnuni. Hoyvíkskvinnur saknaðu Lív Zachariasen í miðverjuni, men Lukka Arge kom inn og vaks við uppgávuni. Jana Mittún og Elsa Egholm skiftust um at tálma Tóru Eliasen og Sonju - tó at Tóra fekk nøkur góð mál - Stjørnan gjørdi fleiri tekniskar villur, og í 46. minutti kom munurin heilt upp á + 6.
Hinumegin varð málskjótingin hjá H71 ikki steðgað. Útiliðið fekk eisini fleiri brotskøst, har Lukka sum vant var ísakøld. Dysturin tók tó brádliga eina vend, og seinastu tíggju minuttirnar var háspenninguri í. Stjørnan kom niður á minus 1, tá fýra og ein hálvur minuttir var eftir, og hevði eisini tveir møguleikar at javna, men Alda av Skarði hevði góða bjarging í tí eina førinum, og tað endaði 36-35. Eins og seinast liðini hittust, var bert eitt mál á muni.
Stjørnan skal nú vinna tvær ferðir í Hoyvík fyri at fáa finalupláss. Hetta er ósannlíkt, men um álopsavrikið er sum í dag, og skrúað verður uppá ymsik ting - serliga í verjuni - , so hevur liðið í Klaksvík ein møguleika. Hoyvíkskvinnur fara at royna at gera arbeiði liðugt og tryggja sær plássið leygarkvøldið, tá liðini hittast aftur.
FM-hálvfinalur í SMS-deildini
Mikudagin 19.04 (1)
Stjørnan - H71 35-36 (20-20)
Toppskjúttar:
Stjørnan: Julia Nalivko 8 mál, Sonja Sirdal á Bergi 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál
H71: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Lukka Arge 6 mál
Sí dómaraseðil her
5 min: 4-3
10 min: 7-5
15 min: 10-9
20 min: 15-13
25 min: 17-15
35 min: 21-24
40 min: 24-26
45 min: 25-29
50 min: 28-32
55 min: 33-35
(20.00: Neistin - Kyndil)
Leygardagin 22.04 (2)
18.00: H71 - Stjørnan
Sunnudagin 23.04 (2)
15.00: Kyndil - Neistin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald