- Vit gera upp á sama máta, sum vit hava gjørt higartil, at vit fyrst og fremst hyggja at, hvat mótstøðuliðið hevur at koma við. Tað hevur riggað væl, so tað gera vit sjálvandi aftur hesaferð, sigur annar av venjarunum
Hetta sigur annar av venjarunum hjá H71-kvinnunum, Mark Lausen-Marcher, ið saman við Inga Olsen hevur hugt at dystum hjá ZRK Naisa Nis, sum er mótstøðuliðið í fyrru EHF European Cup áttandapartsfinaluni.
Hon verður leikt í triðstørsta serbiska býnum Nis, har ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er nummar fýraí bestu serbisku deildini. Hetta kann væntast at vera munandi størri mótstøða enn tey bæði liðini, H71 hevur sligið út í kappingini. Í sínari fyrstu evropeisku uppgávum, sum vóru í oktober og november, stóðu H71-kvinnunum seg væl
Eftir fyrst at hava vundið burtur úr norður-makedonska WHC Cair úr Skopje við tilsamans 25 málum og síðani smurt sveitsiska Spono Eagles av við átta málum, er H71 nú millum 16 tey bestu liðini í EHF Europa Cup í ár og á skránni eru nú áttandapartsfinalurnar.
Jana Mittún i fyrra dystinum í Hoyvíkshøllini móti sveisiska Spono Eagles, ið H71 vann stórt (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: H71
Í mun til fyrstu umførini, har H71 fekk spælt allar dystirnar á heimavølli eftir avtalu við hini liðini, eru hoyvíkskvinnur nú farnar á flog. Tað fóru tær í morgun - til Danmarkar - og síðani fluttu ferðalagið seg til Svøríkis og fóru har í eitt flogfar við kós til Serbia. Nakað heilt øðrvísi við hesari uppgávuni, ið eisini verður heilt øðrvísi á vøllinum:
- Her er talan um ein heilt annan spælistíl, enn hini bæði liðini høvdu, staðfestir Mark, ið saman við restini av ferðalagnum kann vænta sær eitt sindur av eini “móttøku” sunnudagin, tí serbiska felagið ger alt fyri at fáa sínar stuðlar at møta upp.
ZRK Naisa Nisvil vil hava so nógvar áskoðarar sum gjørligt at koma at stuðla. Eisini dyrgja tey við, at tað er ókeypis atgongd til dystin í Nis, sum byrjar sunnudagin klokkan 17.30, føroyska tíð. Fyrra áttandapartsfinalan kann síggjast her
- Okkara vón er sjálvandi, at H71-kvinnurnar koma so mikið væl burtur úr torføra útidystinum, at nakað er at spæla um, tá ið liðini um góða viku møtast aftur í Føroyum. Seinni áttandapartsfinaludysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 15. januar klokkan 14.00, skrivar H71 á heimasíðu sínari.
Kelda: h71.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald