H71 kann vinna triðja árið á rað

Hoyvíkskvinnur hava higartil fingið síni gullheiðursmerki í hús í steypakappingini. Kyndil hevur vunnið steypakappingina tríggjar ferðir seinastu átta árini. Finalan í kvøld byrjar klokkan 18.

2022-03-19 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey hava vunnið steypakappingina hjá kvinnum ávíkavist fýra og tvær ferðir, og í kvøld hittast tey í Faxe Kondi steypafinaluni 2022.

Hjá Kyndli kom fyrsta steypagulli í hús í 2000 við sigri í spennandi í finalu á VB - hetta var eftir fleiri finalur í nítiárinum, har tað ikki var eydnast móti grannunum. Síðani gingu fjúrtan ár, til tær grønkløddu vóru í finaluni aftur, og tað endaði tað við sigri á Neistanum. Kyndil var síðani í fýra útav teimum næstu fimm finalunum - fram til og við 2020, og talan gjørdist um tvey gull og tvey silvur (taptu og vunnu einaferð móti Neistanum og taptu og vunnu einaferð móti VÍF)

Tvey tey seinastu árini hevur H71 vunnið steypakappingini - í fjør eftir longda leiktíð móti Neistanum -  og talan er um tey fyrstu gullheiðursmerkini hjá hoyvíkskvinnum. Tað hevur gingið ógvuliga væl í Evropa í ár og væl í grundspælinum í landskappingini seinastu árini, men tað er framvegis ikki eydnast at fingið gull har. 

H71 vann grundspælið í SMS-kappingini við fimm stig fleiri enn Kyndil. Kyndilskvinnur vunnu gamaní innanhýsis uppgerðina í síðstu viku við fimm málum, men tá manglaði H71 Janu Mittún, Brynhild Pálsdóttir og Zachariassen-tvíburðarnar. Rúna Larsen var heldur ikki við. Málverjin hevur skaða og er ikki tøk til finaluna, har H71 má metast at vera ein lítil favorittur í kvøld.

Bríkslað verður í gongd klokkan 18. Kringvarpið vísur beinleiðis úr Høllini á Hálsi, og FM1 hevur eisini frásøgn.

Áðrenn steypafinaluna veðrur finalan í niðara endaspælinum. Hon byrjar klokkan 15.30 og er ímillum StÍF og VB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder