Í vikuskiftinum fóru bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum í gongd. Hjá monnum vóru úrslitini hesi:
KÍF - VÍF 30-25
Neistin - Team Klaksvík 31-32
StÍF - Kyndil 25-25
Tað var H71, ið sat yvir í 1. umfari, men hoyvíksmenn komu í gongd í gjárkvøldið, tá teir fóru stytsta møguliga vegin til ein útidyst.
Kyndil tók ímóti í Høllini á Hálsi. Sunnudagin fingu teir í grønum eitt stig á Skála, men teir komu illa frá byrjan í gjárkvøldið. Tað var 1-7, tá tíggju minuttir vóru leiktir, og tað gjørdist ongantíð veruliga spennandi. H71 var á odda við fýra málum í steðginum, og munurin var fýra mál í steðginum og eisini, tá seinasta bríksl ljóðaði.
Kristoffur Bjørgvin hjá Kyndli gjørdist toppskjútti í dystinum við átta málum.
2. umfar í Burn-deildini
Mikudagin 15.09
Kyndil - H71 26-30 (11-15)
Toppskjúttar: Kristoffur Bjørgvin 8 mál, Anders Risdal 6 mál - Peter Krogh 5 mál, Pætur Thomsen 5 mál
Leygardagin 18.09 18.00
KÍF - Team Klaksvík
Sunnudagin 19.09 16.00
VÍF - StÍF
Støðan
KÍF 2 stig
H71 2 stig
Team Klaksvík 2 stig
StÍF 1 stig
Kyndil 1 stig (Ein dyst fleiri enn hini)
Neistin 0 stig
VÍF 0 stig
H71 spælur aftur 25. september, tá Team Klaksvík vitjar í 3. umfari. Kyndil skal aftur í eldin um tíggju dagar í Vestmanna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald