Eftir at fyrsta FM-finalan fór í longda leiktíð, var lagt upp til stóran spenning, tá Neistin og H71 aftur hittust í kvøld. Hesaferð var tað í Høllini á Hálsi, munurin var greitt størri, og tað var H71, ið fór avstað við sigrinum.
Tað var ein rúgva av fólki og stemningurin var góður í høllini. Verjurnar domineraðu fyrstu løtuna. Nicholas Satchwell hevði fleiri góðar bjargingar, men tað var verjan hjá hoyvíkingum, ið veruliga vísti seg frá sínari bestu síðu; Neistin skoraði ikki fyrstu sjey minuttirnar. Teir í bláum megnaðu tó at koma fyri seg og koma á odda 4-3 og síðani 5-4. Eftir hetta kom heimaliðið ikki á odda aftur í dystinum. H71 var omaná, og skoraði so at siga uppá hvørt álop seinastu tjugu minuttirnar av hálvleikinum.
Neistin royndi seg við 5-1 verju fyrru helvt av hálvleikinum, har Rune Olsen lá frammi og skuggaði Peter Krogh. Hetta eydnaðist fínt eina løtu, men so skoraði danin fýra mál á rað. At fara til 6-0 verju gjørdi ikki støðuna betri, og góðar tíggju minuttir fyri hálvleik gjørdist munurin fýra mál. Tað lá síðani og svingaði millum mun uppá fýra og trý mál fram til hálvleik, men hoyvíkingar komu einaferð uppá +5.
Heimaliðið royndi at koma út og minka um munin, men hoyvíkingar vóru eirindaleysir, og í báðum endum høvdu teir greitt munin. Verjan var ágangandi og sannførandi, og tað sum hon ikki vardi fyri, fekk Ari Dam í málinum fatur á, meðan Satchwell ikki fekk fatur á nøkrum í hinum endanum. Í álopinum gekk tað smidligt hjá hoyvíkingum, hóast Neistin kom longur fram at verja móti Krogh og eisini Hilmar Leon Jakobsen, ið spældi nógv meira í kvøld enn sunnudagin. Skaðaplágaði bakkurin gjørdist toppskjútti, og spældi ein frálíkan dyst, og tá hann og Peter Krogh ikki sluppu framat, traðkaði Vilhelm Poulsen í karakter - lámi bakkurin varð eisini skuggaður eftir trý mál á rað.
Leiðslan hjá hoyvíkingum lá um 6-7 mál tað mesta av hálvleikinum, og sigurin var ikki í nær við at koma í vanda. Teir á heimaliðnum skuldu stríðast munandi meira fyri sínum málum. H71 hevði millum annað sera gott tamarhald á Rasmusi Søby, ið Leivur Mortensen ofta fór langt upp at dekka, og sum bert skoraði trý mál. Seinastu minuttirnar komu nógvir nýggir mans inn hjá H71, ið økti nakað um leiðsluna og vann við níggju málum. Ógvuliga uppiborið eftir eitt sera væl frágingið avrik hjá liðnum hjá Sonna Larsen.
Nú er javnleikur í finalunum og steðgur, meðan landsliðið, við venjarunum hjá hvør sínum liðið sum oddamonnum, skal fyrireika seg og síðani dystast tvær ferðir móti Ukreina. Triðja finalan verður í Hoyvíkshøllini skírishósdag, 18 apríl
Høllin á Hálsi 03.04, 20.00
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 5 mál, Hilmar Leon Jakobsen 9 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald